Sigga Jacobsen, er sett í starv sum deildarleiðari á deildini Vernd á Umhvørvisstovuni.
Sigga hevur verið í starvi á Umhvørvisstovuni síðan 2018, har hon hevur verið samskipari fyri norðurlendska bólkin um lívmargfeldi.
– Uppgávan hjá Siggu verður millum annað, at tryggja arbeiðið innan náttúru- og umhvørvismál. Hetta verður gjørt við støði í umhvørvisverndarlógini, havumhvørvisverndarlógini, parti av elveitingarlógini og viðkomandi kunngerðum, skrivar Umhvørvisstovan í tíðindaskrivi.