Nýggjur Fiat Tipo

Nú góð 20 ár eftir at tann gamli Fiat Tipo (1988 til 1995) fór av marknaðinum, kemur ein heilt nýggjur Tipo, sum fer at avloysa núverandi Fiat Bravo.

 

Nýggi Tipo kemur fyrst sum sedan og seinni sum bæði hatchback og stationcar. Bilurin var vístur fram á bilaframsýningini í Istanbul í mai 2015 sum Projekt Ægea, men nú eitur hann Fiat Tipo.

 

Ein dómsnevnd við 26 evropeiskum motorjournalistum hevur longu kosið Fiat Tipo sum Autobest 2016. Autobest er ein felagsskapur av evropeiskum motorjournalistum, sum var stovnaður fyri 15 árum síðan. Hetta er triðju ferð, at Fiat fær hendan heiður. Fiat Tipo var annars kosin ársins bilur í Danmark í 1989.

 

Fiat Tipo, sum verður framleiddur á eini Fiat verksmiðju í Turkalandi, kemur á marknaðin seinni í ár.