Nýggjur jólasangur við Herborg og Ólavi

Herborg Torkilsdóttir hevur skrivað ein nýggjan jólasang, og hon hevur fingið Ólav á Váli Olsen í studio við sær. Sangurin eitur "Jól fyri meg"

– Mikumorgunin tann 15. november spurdi eg Ólav á Váli Olsen, um hann vildi syngja eina jóladuett við mær og hann segði heldigvís ja. Eg spurdi áðrenn lagið var skrivað, so eg fór beint í gongd aftaná.

 

Soleiðis fortelur Herborg Torkilsdóttir. Seinni sama dag sendi hon eina demo av sanginum til framleiðaran Danny Beck í Manchester.

 

– Eg bað hann, saman við mær, framleiða ein glaðan og frískan jólasang. Í morgun var hann liðugur! sigur Herborg Torkilsdóttir.

 

Røddir hevur Julian Andreasen tikið upp (sonur Árna Andreasen).

 

Danny Beck (Manchester) spælir guitar og bass, Dan Garcia (London) spælir trummir og Donal Scally (Manchester) spælir harmoniku.

 

Dóttir Herborg, sum eitur Sophia Lucia, sendir eina lítla heilsan til síðst i lagnum.

 

– Við hesum lagnum vilja vit, Ólavur og eg, ynskja Føroya fólki eini góð, hugnalig, stuttlig og gevandi jól, við tøkk fyri tað farna, siga Ólavur og Herborg.

 

Hoyr sangin her:

 

##med2##