Nýggjur kassameistari á Argjum

Formaðurin er tann sami, sum hann var undan aðalfundinum mikukvøldið

Argja Bóltfelag hevði aðalfund mikukvøldið 16. februar. Felagið greiðir soleiðis frá:

 

Góð undirtøka var fyri fundinum, og er hetta helst eitt tekin um, at tað er stórur áhugi fyri felagnum í løtuni.


Vit eru sera fegin um, at AB hevur so nógv góð fólk, ið vísa áhuga fyri felagnum, og vilja verða við til at bera felagið fram.


Formaðurin og næstforkvinnan stóðu fyri vali, og blivu tey bæði vald aftur í nevndina.


Harafturat blivu Hildigerð Johannesen og Patur Vase Sivertsen vald í nevndina.


Dánjal Jákup Hansen, ið hevur verið kassameistari tey seinastu tvey árini, valdi ikki at stilla upp aftur til endurval. Vit vilja takka Dánjal Jákup fyri ein megnar innsats sum kassameistari.


Nevndin skipaði seg soleiðis eftir fundin:


Marius Thomassen: Formaður

Durita Sloan Dal-Cristiansen: Næst forkvinna

Hildigerð Johannesen: Kassameistari

Sunneva Maria Jensen: Skrivari

Remi Olsen: Nevndarlimur

Jens Petur Andreasen: Nevndarlimur

Patur Vase Sivertsen: Tiltakslimur

 

sigur AB á facebook í kvøld.