Nýggjur maður við róðrið í Chelsea

Premier League: Chelsea hevur sett nýggjan venjara, eftir at Thomas Tuchel bleiv koyrdur

Graham Potter er nýggjur venjari í Chelsea. Enski venjarin er høgt í metum í Premier League, eftir at hava spælt góðan fótbólt við fyrst Swansea og síðani Brighton. Hann hevur eisini verið mettur sum ein komandi landsliðsvenjari, men tað er helst útsett í eina tíð, nú hann er nýggjur venjari hjá Chelsea.

 

Longu dagin eftir, at Thomas Tuchel bleiv koyrdur visti Sky Sports at siga, at Chelsea hevði verið í samráðingum við Brighton um Graham Potter. Hann er 47 ára gamal og hevur gjørt ein fimm ára sáttmála við Chelsea.

 

Felagið hevur fingið nýggjan eigara í Todd Boehly. Ríkmaðurin úr Amerika hevur heldur ikki spart upp á pengarnar, síðani hann keypti felagið frá russiska Roman Abramovich, ið er útihýstur úr bæði Onglandi og enskum fótbólti.

 

Tað var eftir fyrsta dystin í Champions League bólkaspælinum, har Chelsea óvæntað tapti 1-0 móti Dinamo Zagreb, at Thomas Tuchel bleiv koyrdur. Todd Boehly helt fyri, at hann ikki var vísur í, at Thomas Tuchel vildi tað sama sum eigarin í felagnum.

 

Sermerkt við frákoyringini er, at hon hendi stutt eftir at flytingarvindeygað lat aftur. Sostatt var Thomas Tuchel íblandaður í fleiri av keypunum. Serliga keypið av Pierre-Emerick Aubameyang er eitt keyp hjá fyrrverandi venjaranum.

 

Graham Potter sleppur av álvara at royna seg í kvøld, tá hann skal standa á odda í sínum fyrsti dysti í Champions League. Chelsea fær vitjan av Redbull Salzburg.