Nýggjur skúli fingið góðkenning

Havnin verður ein skúla ríkari næsta skúlaár.

Jenny Winther Poulsen og Birgir Sondum eru millum stigtakararnar til nýggja skúlan

Samstundis sum borgarar í Hvalvík, Hósvík, Saksun og Streymnesi skulu taka støðu til, um tey ynskja ein ella fleiri skúlar í kommununi, so veksur talið av skúlum í høvuðsstaðnum.

Mentamálaráðið hevur nevniliga góðkent umsóknina frá stigtakarunum til Lítlaskúla, um at stovna nýggjan frískúla.

Harvið er greitt, at Lítliskúli byrjar í august 2016. Tað skrivar skúlin á síni heimasíðu.

Tikið verður nú móti innskrivingum til skúlaárið 2016/2017, og sambært skúlanum eru enn nøkur pláss eftir.

Enn hevur tað tó ikki eydnast skúlanum at útvega eini hølir til skúlabrúk.