Nýggjur studentaskúli

1. september í ár fylti skúlin 60 ár. Í hesum sambandi var landsstýrismaðurin í skúlamálum boðin til lítla samkomu í skúlanum. Eilif Samuelsen avdúkaði, at ætlanin at umbyggja skúlan var slept, og at ætlanin nú var at byggja nýggjan skúla. Landsstýrismaðurin skal vita, at hann hevur okkara fulla stuðul í hesum máli

Broyttar fyritreytir

Føroya Studentaskúli varð settur á stovn í 1937, men ikki fyrr enn í 1965 gjørdust hølisviðurskiftini nøktandi. Hetta árið varð skúlabygningurin í Hoydølum tikin í brúk. Nú, 32 ár seinni, er mangt broytt. Í hølum, sum vóru ætlað at vera karmur um skúlagongdina hjá 288 næmingum, eru nú um dagarnar um leið 550 næmingar og um leið 70 lærarar. Aftur at hesum koma onnur starvsfólk, kantinufólk, húsavørðar og fólkini, sum vaska skúlan. So statt hava meira enn 600 fólk sína dagligu gongd í skúlanum í Hoydølum.


Skúlin lýkur ikki krøvini

Skúlin lýkur ikki krøvini longur. Hølini eru ov fá, ov smá og hartil ótíðarhóskandi. Hvørki vanlig undirvísingarhøli ella fakhøli eru nøktandi. Broytt undirvísingarlag og nýggj tøkni krevja bæði størri og øðrvísi skipað høli. Nýggjar reglugerðir og nýggjar lærugreinir krevja høli, sum ikki eru til. Felagshøli til felagstiltøk og hátíðarhald er einki. Í samkomuhøll skúlans rúmast bara lítil helmingur av næmingunum. Sama er við kantinuni. Lærugreinin ítrótt kann bara virka við stórari vælvild frá ítróttarhøllum og svimjihøllini. Umsitingin hevur út av lagi vánaligar umstøður, og í lærarastovuni eru umstøðurnar soleiðis, at neyvan nakað annað alment arbeiðspláss hevði tikið til takkar við slíkum. Skúlavegin meta mong at vera eina deyðsfellu og parkeringsviðurskiftini eru ikki nóg góð. Umstøður eru ikki til at heingja frá sær yvirklæði. Lærarar hava einki høli at halda fundir í. Høli at tala við næmingar um t.d. uppgávur eru ikki til. Prógvini mugu verða handaði á onkrari ítróttarhøll, tí pláss er ikki fyri foreldrunum í skúlanum. Mállaboratorium og onnur serlig fakhøli eru eingi. Serhøli- til evnafrøði, til teldur og kopitól - eru als ikki nøktandi ella beinleiðis ólóglig. Toiletviðurskiftini eru ikki nøktandi til so nógv fólk.


Brunakrøv

Umframt skúlabygningin verða eisini gomlu sanatoriihúsini nýtt til skúla. Roynt hevur verið í fleiri umførum at vælt um ella umbygt gamla sanatoriihúsið, men niðurstøðan er alsamt tann sama. Húsið er hvørki hóskandi til undrivísing ella kantinu og er hartil ein brandfella. Brandvenjingar hava staðfest, at hvørki skúli ella sanatoriihús lúka nútíðarkrøv til brunatrygd.


Komandi avbjóðingar

Um allan heim vita fólk at nú vit nærkast ártúsundskiftinum, eru undirvísing, útbúgving og gransking størstu avbjóðingarnar hjá øllum heimsins londum. Tí taka parlamentarikarar undirvísingarmál í størsta álvara; teir vita, at hetta er spurningur um landsins framtíð. At onkrir føroyskir tinglimir undir fíggjarlógarviðgerðini søgdu tað vera luksus at byggja nýggjan studentaskúla í høvuðsstaðnum, man tí botna í vantandi vitan.


Mugu hava okkurt betri at síggja fram til

Arbeiðsumstøðurnar eru nú soleiðis vorðnar, at fólkið í Hoydølum má hava okkurt betri at síggja fram til, skal tað orka hetta lagið eina tíð afturat. At byggja nýtt er einasta rætt at gera. Her í húsinum er eingin, sum hevur hugflog at hugsa sær, hvussu ein umbygging skal fara fram, meðan 600 fólk eru í skúla. Ein umbygging verður ov dýr, og úrslitið verður ikki nøktandi kortini. Føroya Studentaskúli tekur ikki bara upp næmingar úr Streymoynni, men eisini úr Sandoy, Skúvoy, Nólsoy, Hesti, Vágoynni, Mykinesi og úr Dímun. Tað er umráðandi, at skúlin mennist og veksur samsvarandi tí tørvi, sum øll hesi øki hava. Einki bendir á, at næmingatilgongdin fer at minka, og tað er sjálvsagt, at størsti føroyski miðnámsskúlin fær tíðarhóskandi hølisviðurskifti. Men ikki bara tað - tíðin krevur tøkniligan útbúnað, sum ikki er tøkur ella ikki virkar nóg væl, sum nú er. Skúlin stendur, hvat ið arbeiðsumstøðum viðvíkur, aftan fyri samsvarandi skúlar í øðrum norðurlondum. Øll hesi krøv verða ikki nøktað við umbyggingum ella útbyggingum. Ein nýggjur skúli eigur at verða bygdur ivaleysa stórur og møguleiki eigur at vera fyri at víðka hann.

Vit ynskja landsstýrismanninum góða eydnu við ætlanum hansara, og vit vóna, at aðrir politikarar fara at geva honum dygga undirtøku.


Lærararáðið í Hoydølum