Tórshavnar býráð hevur játtað fígging til nýggja stuðulsskipan ætlað til størri listaligar verkætlanir.
Í hesum sambandi verður lýst við nýggjum stuðulsmøguleika, har 550.000 kr. eru tøkar at søkja til júst størri listaligar verkætlanir.
Endamálið er at stuðla uppundir dygd og menning innan list og mentan í Tórshavnar kommunu. Stuðulin er í tráð við visjónina »Okkara høvuðsstaður – virkin og vakin« hjá Tórshavnar kommunu. Visjónina kanst tú lesa meira um á síðu okkara Visjón og grundarlag.
Umsóknarfreistin er 31. oktober 2023.
Les meira um stuðulin, og um hvussu tú søkir, á síðu okkara um mentanarstuðul.
Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á torshavn.fo.
Myndatøka: MINNISBROT eftir RIVA