Nýggi útróðrarbáturin Maru kom á Strendur á midnátt. Enn er nakað av arbeiði eftir, áðrenn báturin verður klárur til fiskiskap. (Myndir: Føroyska Sjómansmissiónin/Facebook)

Nýggjur útróðrarbátur komin á Strendur

Ein nýggjur útróðrarbátur kom á midnátt á Strendur. Tað skrivar Føroyska Sjómansmissiónin.

Nýggi útróðrarbáturin Maru kom á Strendur á midnátt. Enn er nakað av arbeiði eftir, áðrenn báturin verður klárur til fiskiskap. (Myndir: Føroyska Sjómansmissiónin/Facebook)

Talan er um bátin Maru, sum er av íslendska slagnum Seigur, men bygdur í Litava.

 

Báturin skal fiska við línu og er útgjørdur við egningamaskinu.

 

Enn er nakað av arbeiði eftir, áðrenn hann verður klárur til fiskiskap. Sambært eigarunum skulu millum annað línuútgerðin, egningamaskinan og pavnarnir setast upp á dekkið.

 

Teir vænta tí, at tað fer at taka tað mesta av hesum mánaðinum, áðrenn Maru fer fyrsta túrin.

 

Maru er 12,4 metrar langur og 4,5 metrar breiður. Hann hevur ein 294 kW Scania-motor, tekur umleið 25.000 pund í lastina og er útgjørdur við síðuskrúvu bæði framman og aftan.

 

Sjómansmissiónin upplýsir, at eigarin er Sp/f Aron, Føroyar, og ynskir eigarunum Guds signing við nýggja bátinum.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

 

Nýggi útróðrarbáturin Maru kom á Strendur á midnátt. Enn er nakað av arbeiði eftir, áðrenn báturin verður klárur til fiskiskap. (Myndir: Føroyska Sjómansmissiónin/Facebook)