Tað var ikki lukkuligt, sum fyrisprákarin fyri Fólkaítakinum fyri tjóðfundi fór við donsku stjórnini og serliga forsætisráðharranum, tá knappliga 200 fólk vóru savnað til fundar í Havn á trettanda.
Eins og Hitler móti fólkarættinum, lat Quisling stýra Noreg við týskum pengum og vápnum, hava tey kommunalu stýrini í »ríki okkara« bert valdið, tí at danska hermegin og danski ríkiskassin stuðla teimum, segði Zakarias Wang .
»Væl var Hitler ringur. Men hann dittaði sær tó ikki til at koma til Quisling at gjara út fyri norska fólkinum. So vit noyðast heilt einfalt at ásanna, at Nyrup er verri enn Hitler,« segði Zakarias Wang.
Zakarias Wang segði millum annað, at Poul Nyrup Rasmussen kom til Føroya sum ein yvirmaður at kanna eftir, um kommunustýrisformenn hansara duga nóg væl at lýða hansara harraboð.
Við donskum pengum verða allar føroyskar verkætlanir hildnar niðri, segði Zakarias Wang.
Á hendan hátt heldur Nyrup okkum gangandi niðri í tí neyðardíki, hann vil hava okkum.
Tað kemur týðuliga til sjóndar í tí, at meðan land okkara undir heimastýri og blokki ikki klárar seg, klára landsmenn okkara, sum hava smoykt okið av sær og hava fingið arbeiði uttanlands, seg óføra væl, bara teir sleppa til arbeiðis.
Fundurin í Kommunuskúlagarðinum byrjaði við, at fundarfólkið sang sangin hjá Kára Petersen: »Nú bløðini skriva, várt land fer um koll.«
Eftir, at Zakarias Wang hevði hildið røðu, sang fundarfólkið: »Boðar tú til allar tjóðir,« áðrenn farið varð oman á Hotel Hafnia, har Zakarias Wang skuldi handa Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharra, yvirlýsing frá fundinum.
Í móttøkuni á Hotel Hafnia vóru fremmandu tíðindafólkini sum fluga á lorti um Zakarias Wang, tá hann á odda fyri fundarfólkinum kom oman.
Ein danskur tíðindamaður spurdi Zakarias Wang, hvat hetta hevði við bankamálið at gera.
Til tað svaraði Zakarias:
»Det har ingenting med Færøbank sagen at gøre. Det er meget værre.«
Tað gekk ein løta, áðrenn forsætisráðharrin kom niður aftur av tilhaldinum.
Komin út í mannamúgvuna spurdi hann, um tað var nakar, sum vildi tosa við seg. Tað helt hann seg hava skilt, at tað var.
Poul Nyrup Rasmussen helt leiðini móti durunum at taka móti yvirlýsingini.
Tá hann kom útum, var rópt: »Hey og buh« eftir honum.
Einar tvær, tríggjar ferðir spurdi hann:
»Var der nogen, der ville tale med mig.«
Aftan fyri rúgvuna av myndafólkum og øðrum, sum troðkaðust, bardist Zakarias Wang fyri at sleppa framat.
Tað var farið at regna, tá Zakarias Wang tók í hondina á Nyrup og handaði honum skjalið, sum forsætisráðharrin lovaði at lesa.
Hann segði, at hann vildi siga øllum, sum saman vóru komin, at hann eisini var komin til Føroya at lurta eftir, hvat føroyingar høvdu at siga honum av kritikki og ynskjum um eina framtíð, sum hann framvegis heldur er best, um hon er felags.
Í viðmerking til handanina segði Poul Nyrup Rasmussen við eitt av donsku tíðindafólkunum, at føroyingar eru kendir fyri at vera siðiligir, og tað vóru fólk eisini her.