Áðrenn tíð var at flagga fríggjamorgunin rullaði grøni BMW bilurin hjá Ríkisumboðnum fyri dyrnar á blaðhúsinum á Argjum.
Poul Nyrup Rasmussen steig úr bilinum, og varð móttikin av Eiriki Lindenskov, blaðstjóra.
Forsætisráðharrin nýtti fyrstu løtuna at tosa við fólk. Starvsfólk á blaðnum og onnur, sum høvdu frætt um vitjanina og vóru komin inn á gólvið.
Eirikur Lindenskov, blaðstjóri, vísti síðan forsætisráðharranum húsið.
Forsætisráðharrin var sera áhugaður í teimum teknisku broytingunum, sum eru á veg á blaðnum.
Serliga stuttligt helt hann tað vera, at tað vóru ungir, kvinnuligir lærlingar, sum komnir eru á grafisku deildina seinastu tíðina.
Eftir rundvísing í húsinum, drakk forsætisráðharrin kaffi saman við starvsfólkunum.
Ein sera hugnalig og avslappað løta saman við privatpersóninum Poul Nyrup Rasmussen.
Men treyðugt so, at ikki okkurt politiskt var uppi og vendi. Serliga tí, at bæði núverandi fólkatingsmaðurin, Jóannes Eidesgaard og fyrrverandi fólkatingsmaðurin, Jákup Lindenskov, sum forsætisráðharrin eisini kennir væl, vóru til staðar.
Poul Nyrup Rasmussen fekk undir vitjanini handaðaðar gávur frá starvsfólkinum. Millum annað eina tekning, sum Óli Petersen hevur gjørt av honum og løgmanni Anfinni Kallsberg, har Nyrup situr og lippast um, at Anfinn vil loysa.
Eftir at kaffið var komið niðurum saman við føroyskum drýli, rullupylsu, rundstykkjum og osti, fór Nyrup á fund við formann Javnaðarfloksins í blaðhúsinum.
Av Sosialinum helt forsætisráðharrin fram við almennu skránni fyri vitjanina. Farið varð í Norðoyggjar, har vitjað varð í Klaksvík og á Viðareiði.