Bjørt Samuelsen setti Karsteni Hansen, landsstýrismanni í heilsumálum, ein fyrispurning um, hvat føroyska heilsuverkið ger, fyri at minka um trupulleikarnar av mótstøðuførum bakterium, sum gerast ein alsamt størri trupulleiki í londunum rundan um okkum.
Les eisini Nýta vit ov nógv antibiotika
Bjørt Samuelsen vísti á, at í 2013 doyðu minst 25.000 fólk av mótstøðuførum bakterium, bara í Evropa, og tí vil hon hava at vita, hvat føroyska heilsuverkið ger við vandan. Eisini vildi hon vita, hvussu føroyska antibiotikanýtslan er í mun til grannalond okkara.
Karsten Hansen svarar, at sambært hagtølunum, so nýta føroyingar á leið somu nøgd av antibiotika sum danir.
Nýtslan av antibiotika verður vanliga máta í dosum um døgnið fyri hvørjar túsund íbúgvar. Sambært almennum hagtølum er Holland tað landið, ið nýtir minst antibiotika, við 11 dosum um døgnið, meðan Turkaland nýtir mest við umleið 42 dosum.
- Av teimum norðurlendsku londunum nýtti Svøríki minst við umleið 14 dosum og Ísland og Finland mest við umleið 20-21 dosum hvør. Noreg og Danmark nýttu umleið 16-17 dosir hvør. Føroyar eru ikki við í yvirlitinum, men sambært Landsapotekaranum nýtti Føroyar 15,8 dosir í 2011 og liggja tí enn rímiliga væl fyri samanborið við okkara grannalond, stendur at lesa í svarinum.
Les eisini Mótstøðuførar bakteriur eru ein vaksandi trupulleiki
Landsstýrismaðurin sigur, at Landssjúkrahúsið hevur tiltøk upp á pláss fyri at fyribyrgja trupulleikanum við mótstøðuførum bakterium. Eitt nú verða allir sjúklingar, ið hava verið til viðgerð á útlendskum sjúkrahúsi og síðani verða innlagdir á Landssjúkrahúsið, kannaðir fyri MRSA, ið er ein av herviligastu mótstøðuføru bakteriunum. Harumframt verða børn, sum verða ættleidd úr londum, har MRSA er meiri vanligt enn á okkara leiðum, eisini kannað fyri MRSA.
- Um MRSA verður staðfest, verður tann smittaði settur í sonevnda týningarviðgerð. Er talan um persón, ið ikki er innlagdur, verður alt húskið sett í viðgerð, greiðir Karsten Hansen frá.
Eisini er avgerð nýliga tikin um, at rutinukanningar fyri onnur sløg av mótstøðuførum bakterium verður sett í verk, og byrjar hetta arbeiðið í komandi viku, boðar landsstýrismaðurin frá.