Nýtt búffhús letur upp í Havn

Fyrsta dagin letur upp nýggj matstova, »Angus Steakhouse«, í gamla Kaffivogninum á eystaru Bryggju í Havn.

Fyrsta dagin letur upp nýggj matstova, »Angus Steakhouse«, í gamla Kaffivogninum á eystaru Bryggju í Havn.

 

Tað eru teir tríggir, Jákup á Borg, Rúni M. Djurhuus og Tóki Jákupsson Skeel Nolsø, sum eiga felagið Sp/F Tóki, sum skal reka matstovuna.

 

Teir siga, at tað verður eitt stað, har tú skalt kunna fáa ein góðan moyran búff fyri ein bíligan penga.

 

Tað verður Tóki Skeel Nolsø, sum verður kokkur og stjóri í felagnum.

 

Væntandi verður latið upp um einar tvær vikur.