Tónleikabólkurin Starlight, ið legði árar inn allar fyrst í áttatiárunum, er av álvara vaknaður aftur.
Fleiri stakløg eru útkomin, og nú er aftur eitt nýtt lag komið við Starlight.
Tað eitur "Vilt tú vita".
Um sangin verður sagt:
Sangurin er um at leita eftir sær sjálvum. Ein ferð, har fatan og skil ikki røkka, og har dreymar hvørva burtur, áðrenn teir síggja dagsins ljós. Lívsleiðin fer í óvæntaðar ættir, og svarini vit ynskja, fáa vit ikki. Hetta er nakað tey flestu helst kenna til.
Lagið er útgivið talgilt 1. mai 2026 av Plátufelagnum Tutl.











