Longu frá 1870 tók danska postverkið sær av postflutningi til og úr Føroyum og kring oyggjarnar, men 1. apríl 1976 kom postverkið á føroyskar hendur, og navnið varð Postverk Føroya.
Posta skrivar, at á yvirtøkudegnum var stórur áhugi fyri at ogna sær brævbjálvar við føroyskum frímerkjum og stempli. Tá vóru 41 posthús kring oyggjarnar. Í august 2009 fekk Postverk Føroya nýggjan samleika og búmerki, og navnið broyttist tá til Posta.
Í sambandi við 50-ára føðingardagin verður eitt vakurt frímerki givið út, sum Edward Fuglø hevur sniðgivið. Ein vøkur mappa við frímerki og fyrstadagsbjálva fæst eisini til keyps.
Á føðingardegnum bjóðar Posta lagkøku og kaffi á posthúsum kring landið. Vegna umfatandi umbygging á posthúsinum á Óðinshædd er sjálvt hátíðarhaldið flutt til seinni í ár. Nærri kunning kemur seinni, skrivar Posta.










