Nýtt havrannsóknaskip fíggjast við gjøldum frá vinnuni

Eitt alment partafelag skal byggja eitt nýtt havrannsóknarskip

Samgongan skal sleppa ætlanini um at eitt byggja eitt privat havrannsóknarskip.

Tað halda umboðini fyri samgonguna í fíggjarnevndini.

Tað hevur annars gingið illa hjá samgonguni at semjast um eitt nýtt havrannsóknarskip, sum øll halda er átrokansi neyðugt at byggja. Og tað endaði við, at Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, fór at leita eftir einum privatum felag, sum kundi byggja skipið, sum landið síðani skuldi leiga til fiskiroyndir og rannsóknir.

 

Men tað heldur meirilutin í fíggjarnevndini ikki.

Nevndin sigur, at tað er av størsta týdningi at fáa til vega eitt nýtt havrannsóknarskip skjótast gjørligt. 

Men meirilutin heldur, at Jacob Vestergaard skal stovna eitt alment partafelag, sum skal byggja skipið.

 

Tí skal hann sum skjótast leggja uppskot fyri Løgtingið um at stovna eitt  alment partafelag og tað skal fíggjast við gjøldum, ið tilfeingisvinnan skal at gjalda næstu árini.

Harumframt skal Havstovan fáa størri part av royndarkvotum, sum eisini skulu verða partur av fíggingini.

Meirilutin heldur, at miðast skal móti at fara undir altjóða og privatar granskingarverkætlanir, sum eisini verða partur av fíggjarliga grundarlagnum.