Nýtt kampingpláss í Vági

Nýggja kampingøkið í Vági verður millum Høllina og Vatni

 

 

Vágs Býráð setti undan árskiftinum kampingpláss á fíggjarætlanina fyri árið 2014, og nú er gongd komin á at gera nýggja kampingplássið í Vági.

 

Nýggja kampingplássið verður gjørt eystanfyri Vágs Høll, millum høllina og Vatnið, soleiðis at nýtsla kann gerast av hentleikunum, sm eru í síðubygninginum í Vágs Høll.

 

Á heimasíðuni skrivar Vágs kommuna, at nýggja kampingøkið verður gjørt í fleiri stigum. Í ár verða tey fyrstu 12 plássini gjørd liðug. Komandi ár verður víðkað um kampingplássið, samstundis sum nýggir hentleikar verða gjørdir í síðubygninginum í Vágs Høll.

 

Kampingplássið verður ætlandi klárt at taka í nýtslu í juni mánað.