Nýtt skótalið á Strondum

Tað er ikki á hvørjum degi, at nýggj skótalið verða stovnað.

Á Strondum er nýtt skótalið sett á stovn.

 

Skótaliðið Heini Havreki fer undir sítt virksemi fyri summarfrítíðina.

 

Kunningarfundur verður í lítla sali í Bygdarhúsinum á Strondum 17. mai klokkan 17.

 

Skótarnir verða býttir í aldursbólkar. 

 

Børn, sum ganga í 1. til 4. flokki, eru úlvar.

 

Børn í 5. flokki og eldri eru skótar.

 

Skótarnir í nýggja skótaliðnum eru gulir skótar.