Nyttuleyst at samráðast

Teir tamilsku tikararnir í Sri Lanka halda tað vera nyttuleyst at tingast við stjórnina og semingsmenn um frið, so leingi bardagarnir halda fram, og samráðingarhugurin er neyvan batnaður aftan á tilburðin í morgun, tá flogfør hjá stjórnarherinum bumbaðu ein barnagarð har norðuri í landinum. Sambært tíðindastovunum lótu 61 børn lív, og fleiri vórðu særd.

Stjórnin í Colombo kunngjørdi í gjár, at hon er til reiðar at tingast við teir tamilsku tikararnar um eina friðaravtalu, men ein talsmaður hjá tikarunum segði í gjárkvøldið, at bardagarnir skulu enda fyrst, áðrenn talan kann verða um tingingar.

Teir tamilsku tikararnir halda uppá, at tað var stjórnarherurin sum byrjaði bardagarnar, eftir at partarnir hava hildið seg til vápnahvíldina, sum fekst í lag í 2002. Tá vóru norskir diplomatar semingsmenn, og teir hava eisini roynt at fáa partarnar aftur til samráðingarborðið nú.