At tað er stríð ímillum FHF og HH, er ikki nakað nýtt, men at sáða illgitingar, soleiðis at THF kann koma í klemmu, hevur FHF onga orsøk til.
Tað at THF byrjaði at stuðla HH áðrenn aðalfundin hjá FHF-?97 hevur sína søgu.
Tað var soleiðis at HH boðaði frá, at HH fór úr FHF, um FHF ikki tók tað til eftir tektar, at HH hevði skift nevndina út.
Nevndin í THF kom til tað niðurstøðu, at fór HH burturúr, við sínum umleið 50% av limum FHF?s, var frægast hjá THF at vera á varðhaldi yvirfyri FHF, og royna at stuðla HH sum frægast.
FHF byrjar heldur varið, at skriva um aðalfundin hjá FHF inni í Runavík 10.05.1997.
Í tí greinini er at viðmerkja, at tá stemma varð, skrivaði THF sítt rætta stemmutal á ein annan seðil. Orsøkin var tann at THF tók tann útflýggjaða seðilin sum prógv fyri at THF hevði fingið tað limatalið, sum THF gav upp 10 minuttir áðrenn aðalfundin. Sjálvt um, legg til merkis, THF ongan limalista legði fram, ella hevði sent nakran lista inn. Hetta beliv góðtikið fyri THF?s viðkomandi, men ikki fyri HH?s.
At fyrireikararnir til fundin ikki góðtóku limalistan hjá HH, sum bleiv lagdur fram tann dagin, kemur helst av tí at tá FHF legði tølini saman hjá THF og HH, tá bleiv hetta ein tepur meiriluti, men um Høgni fekk sín vilja, við at brúka limalistan hjá HH fyri 1996, vóru THF og HH í minniluta. Og so bleiv.
FHF sigur at í lógum FHF?s stendur at á aðalfundi ræður limatali hjá feløgunum til val og lógarbroytingar.
Sum fyrsta punkt á aðalfundinum var val av orðstýrara.
Her var talan um eitt val, so her skuldi limatali verða galdandi, men nei, nú bleiv longu rumbul í, tí nú skuldi tað stemmast eftir hvussu nógvir nevndarlimir úr teimum ymsu lokal-feløgunum vóru uppmøttir, t.v.s. ein stemma pr. nevndarlim. Hetta var tað fyrsta teknið til THF um at her var nakað galið við FHF, ella tess táverandi formanni. Aftaná nakað av tjaki, sást skjótt at fyrrverandi formaðurin í FHF, hevði gjørt rakstrararbeiði sítt til lítar.
Punkt 2 og 3, vóru formansfrágreiðing og góðkenning av roknskapinum. Til hesi punktini vóru so mikið nógvar viðmerkingar, at tey tóku 3 tímar av fundinum, so tað verður alt ov langdrigið at viðgera her.
Tá punkt 4., formansval kom fyri, fingu tey ymsu lokalfeløgini at vita hvussu var við stemmutalinum. Aftaná at FHF hevði vraka THF?s og HH?s stemmuseðlar, sá THF ikki nakra orsøk til at spilla meiri tíð, á tí fundinum.
Suðuraftur komnir, kallaði THF inn til eykaaðalfund, sum var tann 14.05.1997, har einmæltur fundur samtykti at melda seg úr FHF. Haraftrat bleiv samtykt at HF skuldi kalla inn til eina eykaaðalfund aftrat, fyri endaliga at staðfesta útlimanina úr FHF. Hesin fundur bleiv hildin tann 27.02.1998, har útlimanin úr FHF bleiv einmælt samtykt.
FHF sigur at THF lat ikki limalistan inn til FHF til eykaaðalfundin, sum skuldi vera tann 27.09.1997. Hertil er at siga, at tá FHF við sínum sjálvskrivaðu reglum, kolldømdi stemmuseðilin hjá THF tann 10.05.1997, fór THF ikki eftir ordrum frá FHF at gjalda revisorinum hjá FSF, fyri at kanna ein limalista, sum tá skuldi vera prógv fyri limatalinum.
Í aðrari grein fer FHF í søguna, og tekur sær æruna fyri at THF í heila tikið er til í dag. Tað má vera herki at svølgja hjá fyrrverandi formanni THF?s, tí hann hevur verið í nevnd THF?s líka síðan 1967.
Fyrrverandi formaðurin í HH, skuldi heldur hugsað aftur í 80-árini, tá hann gjørdi alt hugsandi og óhugsandi, fyri at knúsa lokalfeløgini kring landið. Eisini felagið á Tvøroyri, tá hann hótti handverkarar við øllum óndum, um teir ikki limaðu seg úr lokalfelagnum og inn í HH. Hesum ágangi megnaði THF, eisini tá, at standa ímóti.
Núverandi nevnd THF?s hevur onki at brigsla fyrrv. formanni THF?s. Hann legði frá sær, við tí viðmerking, at hann meinti at yngri kreftir skuldu koma framat. Ein vanlig gongd.
At FHF roynir at seta spurningar, sum kunnu skaða felagið á Tvøroyri og samstarvið í tí nýggja landsfelagnum, er ikki nógv at viðmerkja til, uttan at tómar tunnur larma mest.
Tað verður roynt at spáa um pensiónsskipan, sum HH kemur at gjalda einsamalt. Hetta er eisini heilaspuni frá FHF.
At FHF skal koma sær at seta spurnartekin við demokrati, í tí nýggja landsfelagnum og aðrastaðni. Tað er helst so at FHF veit ikki hvat demokrati er fyri nakað.
FHF vísir í heilum til gerðabøkurnar. Hertil er at siga at THF hevur eisini sínar undirskrivaðu gerðabøkur at vísa til.
Tað skal haraftrat gerast greitt at THF meinar seg ikki at hava traðka FHF á tærnar, men svara bert aftur, tá tað er neyðugt. At THF hevur útlima seg úr FHF, er tí FHF við tess fyrrverandi leiðslu, hevur íbirt eitt kríggj innan handverksstættina. Hetta hevur THF tikið avleiðingarnar av, og melda seg úr FHF.
Jacta est alia.
Við felags handverkarakvøðu
Tvøroyrar Handverkarafelag
Magni Magnussen,
formaður