O krónur til viðlíkahald

Keypir tú tær ein nýggjan bil frá p/f Wenzel, bjóðar Ford tær eina ókeypis viðlíkahaldstænastu í fýra ár. Allir slitlutir verða skiftir og allar umvælingar gjørdar, uttan at tú skalt rinda eitt oyra - tað fylgir við skipanini

? Tey fæstu gera sær greitt, tá tey velja at gera eina íløgu í ein nýggjan bil, at rakstrarútreiðslurnar í minsta lagi eru 35 oyru fyri hvønn kilometur, tey koyra.

Hetta sigur Leif Hovgaard, sum er sølumaður hjá Fordumboðnum í Føroyum, p/f Wenzel. Við hesum í huga er Ford farið undir eitt, á okkara leiðum, púra nýtt tiltak. Ford bjóðar kundunum eina trygging, sum dekkar allar rakstrarútreiðslurnar av bilunum í eitt ávíst áramal.

Fyrsta tilboðið av hesum slag var almannakunngjørt í eini lýsing, sum p/f Wenzel hevur havt í Sosialinum á internetinum síðani seinasta fríggjadag og sum m. a. eisini var at síggja í pappírsútgávuni av Sosialinum í gjár. Avtalan er galdandi fyri vøruvognin Ford Transit - men hvat snýr tryggingin seg um.

? Veruleikin er tann, at vit átaka okkum allar útreiðslur fyri eitt nú oljuskift, at skifta útstoyt, viskarabløð, koblingar, gearkassar motorar - enn tá fleiri ferðir, um tað gerst neyðugt. Alt hetta verður gjørt, uttan at eigarin av bilinum rindar so frægt sum eina krónu, sigur Leif Hovgaard við Sosialin.

Hann vísir á, at avtalan umfatar alt tað mekaniska í bilinum - ikki skaðar, sum vanliga tryggingin umfatar.

? Á henda hátt hevur eigarin ongar rakstrarútreiðslur av bilinum, sigur hann


Vørubilarnir

eru niðurslitnir

Leif Hovgaard sigur, at tað stendur einum og hvørjum frítt at koma til Wenzel og tekna sær eina trygging. Tað ber eisini til at tekna slíka trygging fyri brúktar bilar, sum ikki eru eldri enn seks ár, og sum eru í 100% mekaniskum standi.

At keypa slíka trygging kostar fyri ein lítlan bil, eitt nú ein Ford Fisesta 7.800 krónur, og kanst tú tá koyra upp til 45.000 km í trý ár.

Tryggingin fyri ein vanligan familjubil, eitt nú ein Escort ella Mondeo kostar 9.800 krónur fyri 45.000 km í trý ár.

Leif Hovgaard leggur kortini dent á, at tú sjálvur gerst av, hvussu nógvar kilometrar, tú ynskir at kunna koyra, og fyri hvussu langt ármál tryggingin skal fevna. Men prísurin er hareftir.

Aktuella tilboðið upp á ein Ford Transit ljóðar upp á, at um tú keypir ein nýggjan Ford Transit, so fært tú tryggingina við í keypinum - uttan at rinda nakað fyri hana. Men tá krevur Ford, at eingin brúktur bilur er í býti.

? Vit hava kannað, hvussu standurin er á bilunum hjá føroyska vinnulívinum, og eru komnir til ta niðurstøðu, at vørubilarnir eru niðurslitnir, sigur Leif Hovgaard.

? Vørubilar í dag eru teir flestu keyptir miðskeiðis í 80?unum. Vit bjóða tí fólki at keypa vørubil frá okkum, har tey samstundis tryggja sær, at tey ongar rakstrarútreiðslur skulu hava næstu fýra árini - tær rinda vit, sigur hann.

? Tað einasta kundin sjálvur skal rinda, er veggjald, trygging og brennievni, sigur Leif Hovgaard.


Skipanin roynd í Bretlandi í fleiri ár

Tað verður kortini ikki fyritøkan Wenzel, sum fær allar útreiðslurnar av hesum sera umfatandi tilboð. Leif Hovgaard sigur, at teir eru í ein um samarbeiðið við Ford-umboðið í Danmark, har henda skipan eisini er galdandi.

? Hetta er ein nýggj skipan á okkara leiðum, men hon hevur verið roynd aðrastaðni. Eitt nú hevur hetta verið vanligt hjá Ford í Bretlandi í fleiri ár, sigur hann.

Leif Hovgaard greiðir víðari frá, at talan er um eitt rættuliga víttfevnandi prosjekt, og at tað tí í fyrstu atløgu bara verður talan um at Ford fer at rinda rakstrarútreiðslurnar av Ford-bilum. Men skipanin fer beinanvegin at fevna um meira, enn bert vøruvognar.


Í minsta lagi 35

oyru fyri kilometurin

? Í næstu viku verður farið undir eisini at veita hesa tænastu til persónbilar, leggur hann afturat.

Hjá p/f Wenzel vænta teir sær nógv av nýggju skipanini, og sum Leif Hovgaard vísir á, so eru rakstrarútreiðslurnar stórar av einum bili.

? Tað er klárt, sigur hann. ? Tá tað kostar 35 oyru fyri hvønn kilometur, so kostar tað tær 31.000 krónur at koyra 90.000 kilometrar - øllum hesum útreiðslum sleppur tú frá, tekur tú av nýggja tilboðnum frá okkum, sigur hann. 90.000 kilometrar svarar til tað, sum verður mett sum vanlig koyring í Havn í fýra ár - og talið 35 oyru fyri kilometurin metir Leif Hovgaard at verða lágt sett.


Bilasølan hevur stabiliserað seg

P/f Wenzel hevur verið ein tann bilasølan, sum hevur havt mestu søluna av nýggjum bilum seinnu árini. Í fjør seldur teir 275 bilar, men í ár er sølan heldur slakari. Higartil eru seldir 170 Ford-bilar, og væntar Leif Hovgaard tí, at teir ikki koma upp á sama tal, sum í fjør. Men tað hevur sína orsøk.

? Eg vil ikki siga, at hugurin at keypa bilar er minkaður - heldur hevur sølan stabiliserað seg, heldur Leif Hovgaard.

? Vit hava eisini sjálvir valt at steðga eitt sindur á, tú vit hava havt so nógvar brúktar bilar at selja. Tí hava vit heldur hugsað sum so, at betur er at hava eina góðan og sunnan handil við nýggjum bilum, enn at taka ov nógvar brúktar bilar inn - bara fyri at sleppa av við fleiri nýggjar.

? Tí løgdu vit okkum eftir at seta teir brúktu bilarnar í stand, áðrenn teir vóru seldir, og tað gav bonus, sigur Leif Hovgaard