23. februar kemur fyrsta fløgan hjá Oasubrøðrum, Eg veit ein veg, á marknaðin.
Oasubrøður hava fleiri ár á baki og hava sungið og spælt runt alt Føroya land. Mong eru tey, sum elska teirra einkla og glaða sang. Er man til eitt møti ella sangløtu, har Oasubrøður luttaka, so fær man sang, sum kemur beint úr hjartanum.
Fløgan, sum nú kemur út, er eitt savn av teirra kendu sangum. Tónleikurin er innspældur í Crossroads Studio í Arden NC, undir leiðslu av dugnaliga framleiðaranum og tónleikaranum Jeff Collins.
Røddirnar eru innsungnar í studionum hjá Torkili Mørkøre í Klaksvík.
Í samband við, at fløgan kemur út, vera útgávukonsertir í vikuskiftinum 23. - 25. februar á fylgjandi støðum:
Fríggjakvøldið 23. februar í Oasuni í Havn
Leygarkvøldið 24. februar í Marghøllini í Sørvági
Sunnukvøldið 25. februar í Kelduni í Skálafirði.
Oasubrøður eru: Tórbjørn Láadal, Steindór Hjaltalin, Sofus Joensen, Harald M Haraldsen
Tónleikarar á konsertunum vera: Thomas B. Thomsen á klaver, Beddi Hansen á el guittar, Johan Danielsen á bass guitar, Torben Koch á steel guittar, Jákup Gunnarstein á trummum og Eyðun Jacobsen á akk guittar.