Obama brúkar ongantíð ein penn tvær ferðir

Týsdagin undirskrivaði amerikanski forsetin ein stóran lógarpakka við 10 ymsum pennum Gomul siðvenja hevur við sær, at amerikanski forsetin brúkar ein spildurnýggjan pen, hvørja fer hann undirskrivar eitt týðandi alment skjal.

Tá Obama týsdagin skuldi skriva undir sín fyrsta stóra lógarpakka, uppskotið, sum skal fáa amerikanska búskapin á rættkjøl aftur, rætti hann 10 ferðir út eftir einum nýggjum penni.

Orsøkin er tann, at pennarnir verða lætnir teimum fólkunum í umsitingini, sum hava arbeitt við málinum. Av tí at har sjálvandi altíð fleiri fólk upp í, so er ein pennur ov lítið.

Men á tíðindafundinum hevur Obama eftir øllum at døma sjálvur sæð tað komiska í hesum, tí hann forkláraði seg óført.

- Eg noyðist at brúka allir 10 pennarnar, segði hann við pressuna, sum skemtaði sær á tíðindafundinum.

Pennarnir, sum allir eru serframleiddir til forsetan, eru av slagnum Cross Townsend. Á síðuni eru seglið og undirskriftin hjá forsetanum graverað. Merkið er amerikanskt, men pennarnir verða framleiddir í Kina og graveraðir í USA, sigur danska kringvarpið, DR.