Obama ella Romney?

Tveir av fremstu USA-serfrøðingunum í danska ríkinum, Clement Kjersgaard og Michael Ehrenreich, viðgera amerikanska forsetavalið í Norðurlandahúsinum.

- Hvør verður næsti forsetin í USA?

- Hvat verður avgerandi fyri valúrslitið?

- Hvør er Mitt Romney?

- Hvat hevur eyðkent fyrsta valskeiðið hjá Barack Obama?

- Hvørjar avleiðingar fær valúrslitið fyri restina av heiminum?

- Og hvussu er amerikanska valskipanin í roynd og veru skrúvað saman?

Sunnudagin 21. oktober fara tveir av fremstu serfrøðingunum í danska kongaríkinum, kendi sjónvarpsverturin Clement Kjersgaard og royndi korrespondenturin Michael Ehrenreich, at viðgera amerikanska forsetavalið, sum verður tann 6. november. Frá ymsum sjónarhornum fara hesir báðir USA-kennarar at viðgera ymsu tættirnar í valdystinum og ikki minst, hvat tað merkir fyri USA og restina av heiminum, hvørt heimsins superveldi fær ein nýggjan forseta ella ikki.

Clement Kjersgaard (f. 1975) er sjónvarpsvertur á DR, redaktørur, blaðútgevari og ein av mest eftirspurdu fyrilestrahaldarum í Danmark. Í 2011 varð hann kosin valdsmiklasti journalisturin í Danmark av danska fakblaðnum “Journalisten” og hevur fingið fleiri virðislønir, m.a. “Publicistprisen” og “Årets aktualitetsprogram” (fyri kjaksendingina “Debatten”) í 2011. Í 2007 gjørdi hann sendingina “Clement í Amerika”, sum snúði seg um amerikanskan politikk undan forsetavalinum í 2008. Hann hevur eisini útgivið bøkurnar "USA - Europa" (2003) og "Bushs Amerika" (2005).

Michael Ehrenreich (f. 1954) er fyrrverandi USA-korrespondentur fyri Berlingske Tidende og núverandi redaktørur og uttanríkispolitiskur viðmerkjari á Kristeligt Dagblad. Í 2007 skrivaði og útgav hann bók um Hillary Clinton (“Hillary – en amerikansk historie”). Hann hevur eisini verið korrespondentur í London og reportari á Christiansborg og er javnan viðmerkjari og fyrilestrahaldari um uttanríkispolitisk viðurskifti. Formaður í donsku deildini í IPI (International Press Institute).

Tiltakið er fyri øll, sum hava áhuga – og sum burdu havt áhuga – fyri heimsins størstu politisku hending!