Í gjár var minningardagur um alt USA fyri Martin Luther King. Hesin minningardagur hevur verið hildin síðan 1984 og er almennur frídagur. Dagurin verður vanliga hildin við, at tey, sum hava frí frá arbeiði, nýta dagin til tað, sum nevnist community service, eitthvørt slag av samfelagsgagnligum virksemi. Dagurin í gjár fekk nógv fólk at hugsa um tann ímyndaliga týdningin av júst hesum degi og um tilstundandi forestan, Barack Obama, sum meira enn nakar annar hevur fullført dreymin hjá Dr. King, og sum brúkti ein part av degnum til at arbeiða í einum húsi fyri tannáringar við trupulleikum.
Í dag verður Barack Hussein Obama so 44. forseti USA. Flestøll munnu vera samd um, at hesin dagur er søguligur, ein varði í søgu USA sum hæddin av strembanini og stríðnum hjá afroamerikansku borgarum samveldisins. Obama verður tikin í eið á pallinum framman fyri Capitol, kongresshúsini, har senatið og umboðsmannatingið halda til.
Fyri at koma út á pallin skal hann ganga eina ávísa leið ígjøgnum hesi ómetaliga stóru húsini. Hvat man hann hugsa á hesi ferð síni? Man Obama hugsa um, at hesi hús upprunaliga vóru bygd av trælum, hvørs forfedrar við voldum vórðu fluttir úr Afrika at gerast trælir hjá hvíta manninum? Man hann, hóast ósentimentalur og gløggskygdur, sum onkur hevur nevnt, kunna bara sær fyri at slota eftir bjølluljóði? Kjallarin undir Capitol varð á sinni grivin út, planeraður, drenaður og steinsettur av trælum. Tað sigst, at her hoyrast ljódlig bjølluljóð, tá eitthvørt heilt serstakt hendir. Smáar neytabjøllur vóru heftar uppá trælirnar, sum í trælahaldstíðini við høgg og slag vórðu riknir til trælamarknaðin og seldir á uppboði skamt frá grundøkinum, har Capitol varð bygt.
Man hugur hans leita til tær trælalógir, sum her á Capitol vórðu samtyktar - lógir, sum loyvdu, at børn vórðu skyld frá foreldrum og kona og maður frá hvørjum øðrum? Lógir, sum staðfestu, at afroamerikanska tjóðin í USA ikki var myndað menniskjum, men ein vøra, ið kundi keypast og seljast sum einhvør onnur vøra?
Ella hugsar hann um tær lógir, sum í sekstiárunum eftir trýsti frá Martin Luther King og borgarrættindarørslu hansara langt um leingi staðfestu, at rasuskilnaður varð bannaður, at í USA skal galda javnstøða og javnrættur fyri allar borgarar uttan mun til húðalit ella kyn? Sær hann fyri sær tær stóru fjøldir av amerikanarum í øllum húðalitum, sum tann 28. august 1963 júst á hesum sama stað hugtiknar lýddu á Martin Luther King, tá ið hann segði tey ógloymandi orðini: I have a dream.. orðini, sum fluttu, um ikki fjøllini, so tó meirilutan av kongresslimunum í senati og í umboðsmannatingi?
Hvør verður Obama so sum forseti? Hvønn politikk fer hann at reka? Tað er ikki so einfalt at meta um ein komandi forseta út frá valstríðnum eina. Hinvegin hava vit einki annað at halda okkum til, enn tað, sum hevur verið borið fram undan sjálvum valinum. Sum heild kann staðfestast, at Obama hevur hildið fast um ta stevnuskrá, sum hann kunngjørdi, tá hann hin 10. februar 2007 boðaði frá, at hann ætlaði at gerast forsetavalevni. Henda stevnuskrá er so við og við í valstríðnum útbygd og gjørd alt meira ítøkilig, eins og hon er vorðin broytt nakað so hvørt valstríðið harðnaði og gjørdist alt meira ítøkiligt. Men grundleggjandi er stevnan hin sama, og veljararnir tóku hesa stevnu til sín í óvanligt mát.
Við stevnuskránni hevur Obama sett sær nøkur yvirskipað mál, sum hann so hevur fylgt upp við eini ítøkiligari ætlan fyri tey mest týðandi samfelagsøkini. Yvirskipað hevur hann sett sær sum mál at savna USA, at broyta USA og at gera USA til eitt betri samfelag fyri vanlig fólk at búgva í. Hetta merkir meira ítøkiliga, at stjórn hansara fer at nútímansgera USA við at statsa uppá útbúgving og gransking og at gera risastórar íløgur í undirstøðukervið. Hann fer at menna vitanarvinnur og ikki er óhugsandi, at hann fer at steðga flytingini av arbeiðsplássum til láglønarlond.
Víðari ætlar hann at fremja tann heilsupolitiska reformin, sum tosað hevur verið um í USA heilt síðan forsetaskeið Clintons. Milliónir av amerikanarum eru uttan sjúkratrygging og uttan atgongd til dygdargóða heilsu- og sjúkrarøkt. Clinton og Bush royndu báðir til fánýtis at bøta um hesa støðu. Hetta økið hevur rúgvað nógv í valstríðnum og roknað verður við, at Obama fer at leggja nógva orku í júst hetta økið. Eitt øki, har USA er vorðið eftirbátur, snýr seg um veðurlagsbroyting og umhvørvi. Her vænta eygleiðarar ein heilt nýggjan politikk, ið fer at líkjast tí politikki, sum verður rikin í Europa – ein politikkur við ábyrgd fyri heimliga so væl sum alheimsliga umhvørvinum.
Ein tann størsta avbjóðingin er tann sera vánaliga búskaparstøðan og syndarliga skilið við almennu fíggjarstøðuni. Hesa støðu ætlar Obama at takla við skattalætta til meðalstætttina og við at spræna gjaldføri út í búskaparliga kervið í vónini um, at hetta skal fáa hjólini aftur at mala og samstundis fáa allar tær mongu tómu hendur aftur í vinnu.
USA er komið í mestsum botnleysa skuld til Kina og ávís arabisk lond. Henda skuld er eitt álvarsamt uttanríkispolitskt haft, og Obama hevur í valstríðnum gjørt nógv burturúr hesum trupulleika, men higartil hevur hann av góðum grundum ikki verið serstakliga ítøkiligur um, hvussu hesin trupulleiki skal loysast. Eygleiðarar vænta tó, at hann fer at nema við spurningin í innsetanarrøðu síni seinnapartin í dag. Sum heild kunnu vit vænta uttanríkispolitiskar broytingar. Obama fer fyrst og fremst at bøta um viðurskiftini við Europa og at royna at vinna aftur teir mongu vinir, sum USA hevur mist hesi seinastu árini. USA fer at taka Europa meira við uppá ráð og lurta eftir sínum sameindu. Hann fer at vera virkin í Miðeystri í stríðnum millum Ísrael og tess arabisku grannar. Obama fer at gevast við krígnum í Irak, men væntast at herða kríggið í Aghanistan og tykist hann hava undirtøku fyri hesum millum sínar landsmenn. Sum heild fer Obama at lata diplomatiið tala heldur enn vápnini, og hetta fellur krígstroyttu amerikonsku tjóðini væl.
So mikið um tað, ið vit kunnu vænta, um gangast skal eftir stevnuskrá Obamas. Eygleiðarar vænta sera nógv av honum og byggja teir hetta á hansara framúrskarandi politisku evni, hansara evni at lurta og at kjósa sær góðar, royndar og professionellar ráðgevar, sum kenna Washington og, sum duga at takla lóggávutingið, kongressina. Valsigur Obamas er ein sera spennandi og upplyftandi hending. Fyri afroamerikanska partin av amerikanska fólkinum er sigurin ein avgerandi hending og verður av mongum mett sum eitt dømi um, at javnstøða og javnrættindi nú eru alment galdandi í USA. Hetta er ivleyst rætt, men valsigurin er fyrst og fremst Obama sjálvum fyri at takka. Hann hevur víst seg sum ein stór og sterk persónmenska, sum ein sera klókur, vælútbúgvin, visjonerur og sera karismatiskur leiðari, sum amerikanska fólkinum leingist eftir uttan mun til, hvørjum liti ella kyni, tey nú einaferð eru av. Hetta boðar alt frá góðum fyri USA og eins væl og fyri heimin.