Obama í mótráki

Talið av av teimum, ið treytaleyst stuðla Obama, fellur støðugt. Fyri fyrstu ferð síðani valið er talið av teimum, ið halda at Obama klárar seg væl, follið niðurum 60%. Hetta eru heili 10 % færri enn í vár, vísa meiningakanningar. Tað er serliga hátturin, Obama hevur tikið sær av fíggjarmálum og lovaðu broytingarnar innan heilsuverkið, sum enn ikki eru framdar, sum fáa fólk at missa álitið á forsetanum, skrivar Ritzau. Bert 59% halda nú, at Obama klárar seg væl. Men hóast fólk byrja at missa álitið á Obama, so eru tey tó ikki farin yvir til Republikanarnar. Bert 36% halda, at republikanararnir klára seg væl.