Obama til G20 fund London í morgin

Ensk blød skriva, at Barak Obama kemur í annaðkvøld til London saman við konuni, í sambandi við G20 fundin, sum verður í London týsdagin og mikudagin. Tilsamans í fylginum við Obama eru 500 fólk, harav 200 trygdarfólk. Obama kemur við forsetaflogfarinum til Stansted og síðani verður hann fluttur við sergjørdari tyrlu til St. James Park, har amerikanski ambassadørurin heldur til. Forsetin skal koyrast runt í London við tí serútgjørda amerikanska forsetabilinum.

Tað er ikki bert amerikanski forsetin, sum kemur til London í komandi viku. Tilsamans 20 stjórnarleiðarar hittast til fundin. Umframt Obama verða millum annað Angela Merkel úr Týsklandi, Berlusconi úr Italia, Sarkozy úr Frankaríki, Medvedev úr Ruslandi, Lula Da Silva úr Brasil og Singh úr India. Umframt hesar, verða stjórnarleidararnir úr Argentina, Australia, Kanada, Kina, Indonesia, Japan, Korea; Mexico, Saudi Arabia, Suður Afrika og Turkalandi. Trygdin er sum vera man í hásæti hesar dagarnar í London, og politiið væntar fleiri mótmælisgongur í hesum sambandi.

Tað er heldur ikki smávegis hesi londini umboða, nú tey hittast í London. Tilsamans umboða tey 90% av samlaðu bruttotjódarúrtøkuni í heiminum og 64% av samlaða fólkatalinum í heiminum.

Ovast á breddanum fyri G20 fundin, sum verdur týsdagin og mikudagin, er alheims búskaparkreppan, og hvussu hendan kann loysast vid nøkrum felags átøkum millum londini.