Amerikanska blaðið New York Times sigur frá vælvitandi keldum, at Barack Obama, forseti, og leiðslan í amerikanska herinum eru vorðin samd um, at USA skal skarva ein triðing av sínum kjarnorkuvápnagoymslum.
Hósdagin fer Obama at halda røðu, og sambært blaðnum fer hann tá at boða frá ætlan síni. Men samstundis fer hann at krevja, at onnur lond skulu skerja sínar kjarnorkuvápnagoymslur.
USA hevur umleið 1.700 kjarnorkuvápn, og ætlanin hjá forsetanum er at fáa talið niður ímóti 1.000. USA hevur longu ein sáttmála við Russland um at skerja talið til 1.550 innan 2018.
Sambært New York Times er Obama av teirri áskoðan, at USA kann spara pengar við at skarva av kjarnorkuvápnunum, uttan at tað ávirkar landsins trygd.