Stjórin í OceanGates, sum skipar fyri ferðum niður á vrakið á Titanic, Stockton Rush, er sjálvur millum tey saknaðu við kavbátinum, Titan.
Minni enn tveir tímar eftir, at niðurferðin varð byrjað á leiðini nakrar hundrað fjórðingar í ein landsynning úr Ný Foundlandi, misti móðurskipið sambandið við kavbátin.
Hetta var sunnudagin.
Síðan hevur einki samband verið við teir fimm menninar í bátinum - trý ferðafólk og tveir, sum vóru manning á ferðini niður á vrakið av Titanic.
Upplýst hevur verið, at teir, sum eru umborð í kavbátinum, hava ilt til í mesta lagi 98 tímar, og tað merkir, at áðrenn hósdagurin er hálvrunnin, verður iltin uppi.
Stór leiting er á leiðini, men tá vrakið av Titanic liggur á 3.800 metra dýpi, er hetta alt annað enn nøkur løtt uppgáva.
Fleiri miðlar hava kunngjørt nøvnini á teimum, sum eru umborð í kavbátinum, og avvarðandi hjá teimum saknaðu hava eisini gjørt vart við seg á sosialu miðlunum.
Bretin, ævintýrarin og ríkmaðurin, 58 ára gamli, Hamish Harding, er við. Pakistanski ríkmaðurin, 48 ára gamli, Shahzada Dawood og 19 ára gamli sonur hansara, Sulemann Dawood, eru eisini við.
Teir tveir seinastu eru, sum áður nevnt, Stockton Rush, stjóri í OceanGate, sum skipar fyri ferðini og ævintýrarin, Paul-Henry Nargeolet.
##med2##