Liðkappingin í talvi í 1. deild líkist alt meiri einum tvídysti millum Kollafjørð og Havnin.
Meistaraliðið úr Klaksvík mistu aftur stig í mun til tey bæði oddaliðini, og í løtuni er Klaksvík 1 hálvtfjórða stig aftanfyri Kollafjørð, sum er eitt stig frammanfyri Havnina.
Stóri dysturin seinasta vikuskiftið var millum bestu liðini hjá Havnini og Klaksvík. Rani Nolsøe var viðaftur hjá klaksvíkingum, og á 1. borði vann hann sín dyst móti Torben Ø. Johansen. Flóvin Tór Næss vann á 2. borði sítt talv móti Ólavur Simonsen, og á fjórða borði vann Suni Merkistein á Haldur Suni Johansen. Tá talvið millum Carl Eli Nolsøe Samuelsen og Steintór Rasmussen á triðja borði endaði remis, var sigurin hjá Havnini greiður, úrslitið var 21/2-11/2.
Oddaliðið Kollafjørður vann greiðan sigur á Klaksvík 2, úrslitið var 3-1. Stigið, sum Klaksvík fekk, vann Tummas Martin Anthoniussen á triðja borði, har hann telvaði ímóti Bernhard Thomsen. Tigar H. Persson, Torbjørn Thomsen og Poul Martin Hansen vunnu síni talv.
Seinasti dysturin var millum Streym og Vestmanna, og her endaði dysturin javnur. Talvini á tveimum teimum fremstu borðunum endaðu jøvn, og á aftaru borðunum vunnu liðni hvør sín dyst.
Havnin á odda
Havnin stevnir í løtuni fram móti tveimum liðum í 1. deild næsta ár, tí í 2. deild liggja teir greitt á odda. Seinasta vikuskiftið vann Havnin heili 4-0 á Gøtu, sum kom upp úr 3. deild í fjør. Poul Poulsen, Jeffri Justinussen, Jóannes Guttesen og Hans Birgir Højgaard vunnu allir sínar dystir.
Í hølunum á besta liðnum hjá Havnini er Toftir og Havnin 2, sum bæði hava sjey stig. Kollafjørður 1, sum kom úr 1. deild í fjør, liggur sum nummar 4.
Í 3. deild, har kappingin er í tveimum, liggja ávíkavist og Sandavágur og Havnin á oda. í 3. deild A er Sandvágur langt á odda, og tað tykist ikki sum Sumba ella Runavík kunnu fylgja við oddaliðnum. Í 3. deild B er nakað javnari tí Havnin hevur 9 stig og Klaksvík 1 hálvt stig minni.
Í unglingadeildini var toppdystur millum Havnina og Klaksvík 1. Liðini hittust í Havn, og dysturin millum sterku telvarunum á liðunum báðum gjørdist javnur og spennandi. Endin var at Havnin vann 21/2-11/2.
Havnin er tí eitt stig frammanfyri Klaksvík 1 í løtuni, meðan Klaksvík 2, sum er triðja liðið í deildini, enn einki stig hevur vunnið.
Í dreingjadeildini er Kollafjørður á odda við fullum stigatali. Teir hava vunnið báðar sínar dystir, meðan Havnin hevur hálvt stig minni.
Telvað verður aftur í liðkappingini komandi vikuskiftið.