Tá eitt privat virki herfyri fekk trupulleikar á Tvøroyri í sambandi við eitt byggiloyvi, var alt á gosi. Tað spældi so væl av fyri virkið, at landsins lógir vórðu broyttar soleiðis, at kærur og freistir ikki skuldu nerva tilgongdina við hesum byggiloyvi. Vert er merkja sær, at landsins lóggevandi vald broytti lógina fyri eini privatari verkætlan á Tvøroyri, sum hevði so stóran týdning fyri økið.
Men tá nú SEV og harvið vit allir føroyingar missa kanska einar 30 milliónir krónur, sum skulu brennast av í olju uppi á Sundi í staðin fyri grøna orku, sum vit kundu fingið frá vindmyllunum á Húsareyni, er tøgn.
Ein almenn kærunevnd situr og bølir á málinum. Og í staðin fyri at skunda málið í gjøgnum – eins og við uppsjóvarvirkinum á Tvøroyri, so kunnu vit bara staðfesta, at Føroya fólk í ár verður hesar áleið 30 milliónirnar fátækari. Og hvør skal gjalda gildið? Sjálvandi verður tað brúkarin, sum fær rokningina frá SEV.
Gekk alt sum tað átti, so hevði SEV kunnað keypt 40.000.000 kwh um árið fyri umleið 32 oyru fyri hvønn kwh. Men nú má streymurin framleiðast á Sundi við olju, har hvør kwh valla fæst fyri minni enn eina krónu. Hetta gevur SEV og brúkarunum hjá SEV eina eyka útreiðslu upp á 27 milliónir krónur.
Her er at hava í huga, at fyrst hevur Jarðfeingi brúkt langa tíð um at viðgera tvey tilboð, og síðani hevur málið ligið í Vinnukærunevndini og tykist ongan veg ganga.
Hendan óneyðuga seinkingin í almennum ráðum og nevndum merkir nú, at SEV má bíða í øllum førum í eitt ár. Hevði arbeitt verið eins skjótt, og í byggimálinum á Tvøroyri, so kundu vegir og fundament longu verið gjørd og myllurnar settur upp í summar.
– Hvussu ber tað til, at lógir og reglugerðir og kærumøguleikar verða tillagaðir á Tvøroyri, meðan almenn tøgn valdar um vindmylluætlanina, sum kann spara øllum Føroya fólki so nógvar milliónir?