Tað var eftir, at felagið kom í tungan sjógv í sambandi við lækkandi oljuprísir serliga, at røringur kom í millum íleggjarar og fíggingarstovnar. Neyvan nakar ynskir, at hetta felagið, ið so nógvir føroyingar hava sett sín sparipening í og sum kann fáa stóran týdning fyri føroyskt vinnulív í framtíðini, skal fara niður við flagginum. Felagið hevur síðani byrjan ment ein førleika, sum ein komandi føroysk oljuframtíð avgjørt hevur brúk fyri og er felagið frá at vera leitifelag burturav eisini vorðið til eitt framleiðandi oljufelag. Hetta kunnu vit øll bara fegnast um. Nevnd, leiðsla og starvsfólk hava gjørt sítt ítarsta til at fáa hetta at eydnast, tó at tað ikki bara er sum at siga tað at vera partur í tí ógvusligu og pulserandi oljuverðini.
Tíðir broytast, umstøður broytast. Hetta ger eisini, at krøvini til førleikar og faklig innlit broytast og er neyðugt at laga seg eftir broyttu umstøðunum. Tað hevur so verið hildið rætt og skilagott at fáa fakfólk á fíggjar- og oljuøkinum inn í bæði nevnd og leiðslu.
Í Sosialinum í dag er samrøða við nýggja nevndarformannin í Atlants Kolvetni, sum hevur eina fíggjarliga bakgrund. Uttan iva ein skilagóð avgerð, tí tað, sum í løtuni umræður hjá felagnum, er at fáa tryggari fíggjarlig viðurskifti undir felagið. Tíðin fer at vísa, um hesin maðurin er rætta svarið. Vit velja so at trúgva tí og seta vón til, at hann megnar at flyta felagið, sum so nógvir føroyingar eiga í, tann rætta og trygga vegin. Vit halda tað eisini vera skilagott, at tað eru komin virkin oljufólk inn í nevnd og leiðslu. Hetta tykist vera ein góð kombinatión, also ein skilagóð strategisk íløga.
Áhugavert verður komandi vikurnar at fylgja arbeiðinum hjá nýggju nevndini og leiðsluni í felagnum. Sum skilst so eru kreditorarnir vælviljaðir og ber til við eini nýggjari nevnd í felagnum at byggja tryggari brýr millum tað og fíggjarstovnar, so er eitt týðandi stig tikið og rokkið. Eftir tað kunnu so skapandi og entusiastisk oljufólk sleppa at brúka evni og royndir at seta síni fingramerki í menningina av felagnum. Neyvan nøkur løtt uppgáva, men heldur ikki ómøgulig. Her veldst eisini um hvønn og hvussu stóran dent tú leggur á at arbeiða saman við øðrum. Einsmallur kanst tú koma langt, men tú megnar ikki at røkka langt inn í framtíðina uttan samstarv. Hetta verður enn ein týðandi avbjóðing hjá felagnum. Livst so spyrst.
Sosialurin