ODDAGREIN: Bláoygdur ella árvakin

Samgongan hevur brotið sam­gong­u­skjal­ið. Tað gjørdi hon í síðstu viku, tá hon sam­tykti at økja blokk­stuð­ul­in úr Dan­mark úr 615,5 mil­l­i­ón­u­m krón­um til 624,1 milliónir krónur.
Sambært samgonguskjalinum, so eig­ur blokkstuðulin als ikki at hækka. Tí í samgonguskjalinum stend­ur soleiðis:

»Samráðingar verða við donsku stjórn­ina um at dag­føra rík­is­veit­ing­ina til dags­virði. Av hes­um og kom­andi ár­l­igu øk­ing­ini av rík­is­veit­ing­ini verða 15% av van­ligu meir­inn­tøk­um lands­kass­ans mót­rokn­að­ar í økingini.«

Av tí at 15 prosent av mettu meiri­­nn­tøkum landskassans er meira enn tær 8,6 milliónirnar, sum prís­tals­við­gerðin av blokkinum gev­ur, átti blokk­stuðulin als ikki at hækka yv­ir­høvur. Men tað hevði uttan iva verið meira, enn løg­maður og Sam­bands­flokk­urin høvdu kunna livað við – tað hevði gjørt blokk­stuð­uls­skomm­ina full­komna eft­ir sera laka úrslitið, sum Sam­bands­flokk­urin fekk burtur úr sam­ráð­ing­u­num hjá lands­stýr­i­num við donsku stjórnina.

Tað eru viðurskifti í politikki, sum eru for­út­sig­i­lig. Eins for­út­sig­i­ligt, sum tað var, at Jákup Mikk­elsen ikki fór at fáa langa tíð í fisk­i­mála­ráð­num, var tað, at ætl­anin hjá Sam­bands­flokk­i­num við at hækka blokk­stuð­ul­in við 200 mill­i­ónum krón­um ikki fór at bera á mál. Hetta vistu fólk, og hetta vistu sam­s­tarvsflokkarnir hjá Sam­bands­flokk­i­num eisini. Tí var tað ikki so løgið kortini, at Fólk­a­flokkurin, sum stjórnaði full­veld­is­lands­stýrinum,­ sum lækkaði blokk­in á sinni, nú brádliga góðtók at blokk­stuðulin skal hækka aftur. So­leiðis er politikkur, tað snýr seg um at handla.

Fólkaflokkurin kundi misssa andlit – í øllum før­um partvís – við at skriva undir eitt sam­gong­u­skjal, sum hevur til enda­máls at hækka ríkisstuðulin.

Soleiðis ber til í politikki at lumpa sínar samstarvsflokkar. Ikki tí at Fólkaflokkurin hevur ver­ið óreiðiligur mótvegis Sam­bands­flokk­i­num. Tvørt­ur­í­móti er tað Sam­band­s­flokk­ur­in sum hevur ver­ið blá­oygdur – so bláoygdur, at hann trúði, at Fólkatingið og rík­is­­stjórn­in fóru at góðtaka at hækka blokk­in aftur, sum løgtingið lækkaði av sín­um ein­ting­um fyri 10 árum síðani. Sam­bands­flokk­urin trúði eisini, at Fólka­flokk­urin av heilum hjarta tók und­ir við hesi bláoygdu ætlan.

Men Fólkaflokkurin vann flat­skatt­in, sum varð skundaður í­gjøgn­um, uttan at løgmaður fór í út­legd at hugsa seg um. Nú standa stórar politiskar avgerðir fyri framm­an á fiskivinnuøkinum – har Fólkaflokkurin og Sam­bands­flokk­ur­in ikki eru samdir. So er spurn­ing­ur­in, um løg­mað­ur og hini í Sam­bands­flokk­i­num verða blá­oygd ella ár­vak­in...?