Oddagrein·Breið samgonga við fólksins uppbakking

Nógv hevur verið sagt og skrivað um samgongusamráðingarnar. Umboð fyri andstøðuna hava víst á, at løgmaður ongantíð hevur ætlað at tikið teir við í eina breiða samgongu, ið hann annars hevur tosað so nógv um.

Umboð fyri samgonguflokkarnar hava harafturímóti víst á, at andstøðuflokkarnir, serstakliga Javnaðarflokkurin hava skylduna í, at hann stendur uttanfyri. Nú restar so bert at hoyra versónina hjá sjálvum samgonguleiðaranum, Anfinni Kallsberg, løgmanni. Tað verður áhugavert at hoyra hansara útlegging um, hvør hevur útihýst hvønn, og hvør hevur telvað rætt og skeivt og ikki minst, hvør veruliga ærliga ynskisamgongan hjá løgmanni hevur verið og er.

Hann hevur fyrr úttalað, at ynskisamgongan var ADCE, ið hann jú eisini fór fyrst eftir. Men tá fekk hann trupulleikar, tí Javnaðarflokkurin vildi heldur hava løgmann at leggja kongin og geva tingformanninum initiativið. Og tá alliansa varð gjørd millum BCH var tað helst enn ein meinbogi fyri løgmann. Hon varð seinni upployst. So kom fundurin í egnum baklandi. Eftir hann segði løgmaður seg aftur vilja royna ADCE. Hann helt, at tað mundi bera til at fáa C og E at semjast. Stutt eftir tað boðaði formaðurin í Javnaðarflokkinum frá, at løgmaður heldur átti at roynt ABC. Hvussu og ikki ? so tykist tað at vera hetta útspælið, sum fær løgmann at sleppa royndini við ADCE og fara beint til Jenis.

Spurningurin er bara, hví løgmaður ? nú tað hevði so stóran týdning at fáa eina breiða samgongu, ið hevði fólksins uppbakking ? ikki gjørdi eina ítøkiliga roynd at koma á tal við Javnaðarflokkin eftir fundin við sítt bakland! Var úttalilsið hjá javnaðarformanninum nokk til at fáa løgmann at sleppa hesi royndini, áðrenn hon varð roynd ella var tað tí, at løgmaður ongantíð hevur ætlað annað enn eina ADEH samgongu! Alt annað varð skuggaspæl?

Allan mai mánað endurtók løgmaður, at hann vildi hava eina breiða samgongu, sum hevði fólksins uppbakking. Tá avtornaði bleiv talan um alt annað ? tað bleiv ein smøl samgonga, uttan fólksins uppbakking í breiðastu merking. Hvussu ber tað til, at sami løgmaður á samkomuni í Tinganesi hósdagin úttalar, at hann nú hevði fingið eina samgongu, ið hevði fólksins uppbakking? Mótsigur hann ikki sær sjálvum, tí hann hevur jú fyrr sagt, at fyri at fáa eina samgongu, sum hevur fólksins uppbakking má talan verða um eina breiða samgongu! Er niðurstøðan tí tann, at løgmaður við sínum hálvhjartaðu royndum at fáa Javnaðarflokkin við, alla tíðina hevur havt nettup ta smølu samgonguna í kvittanum? Hví hann ? sum annars hevur borið orð fyri at vera bæði tignarligur og siðiligur ? í hesum málinum sigur eitt men ger eitt annað ? má løgmaður svara fyri. Ella var Jenis svarið, tá E setti løgmanni kvívin á barkan og segði: antin vrakar tú C ella vraka vit teg!
Sosialurin