Eisini í málinum um eina eftirløn til allar føroyingar hevur Tjóðveldisflokkurin slúkt politikk Fólkafloksins rættiliga rátt. Eftir tí - meiri og minni ógreiða - sum er komið fram um ta ætlaðu eftirlønina og sokallaða skattalættan, so eru prinsippini um fólkatryggingina tað grundleggjandi í uppskotinum.
Í nógv ár hava bæði politikkarar, fakfeløg og føroyingar sum heild ásannað, at neyðugt var við eini munadyggari ískoytispensjón, tí tað fór at verða trupult at hækka fólkapensjónina munandi. Partvíst tí at talið av pensjónistum verður lutfalsliga stórt, samanborið við talið av fólki í vinnu, og partvíst tí at krøvini til alt fleiri samfelagsútreisðlur gerast størri. Hetta var ein orsøk til, at landsstýrið, sum tá sat, evnaði til ta samhaldsføstu arbeiðsmarknaðareftirlønarskipanina við einum grunni, Samhaldsfasta, í samráð við arbeiðsmarknaðin.
Hesa skipan vóru bæði Tjóðveldisflokkurin og Sjalvstýrisflokkurin við til at samtykkja, men nú eru hesir flokkar meiri og minni noyddir at góðtaka eina skipan, sum setir tað samhaldsfasta prinsippið til viks. Eftir uppskotinum hjá Fólkaflokkinum verður útgjald sett í mun til inngjald. Tað merkir, at tey, sum forvinna nógv í arbeiðsárum, fáa eisini eina góða pensjón. Eftir samhaldsføstu skipanini fáa øll tað sama, hóast inngjaldið er eftir inntøku.
Veikleikin eftir uppskotinum hjá Fólkaflokkinum er harafturat, at tey, sum einki forvinna, t.d. óarbeiðsfør, fáa onga eftirløn. Hesi skulu so fáa eina hækkaða fólkapensjón. Og hetta kallar Tjóðveldisflokkurin samhaldsfesti!
Útmeldingarnar frá landsstýrinum hava verið ógreiðar, hóast almanna- og heilsumálastýrið hevur arbeitt við hesum málið í hálvtannað ár. Og støðan nú er tann beri hurlivasi, tí tey seinastu 10 árini hava tey flestu fakfeløgini fingið sær sínar egnu skipanir, og hesar skulu nú fáast at sampakka við ta skipan, sum Fólkaflokkruin við stuðli frá Tjóðveldisflokkinum skal kroysta niður yvir Føroya fólk, hóast øll fakfeløgini eru ímóti.
Fyri 14 døgum síðani bendi alt á, at løgmaður fór at siga samstarvið við Tjóðveldisflokkin upp, tí hann vildi ikki víkja frá ætlanini um fullveldi her og nú. Men fyri ikki at verða varpaður út, góðtók Tjóðveldisflokkurin at fremja yvirøkur eftir tí gomlu heimastýrislógini. Fyri at bera í bøtuflaka og fyri ikki at harma viðhaldsfólkini, royndi formaðurin so at siga alment frá, at eftir seks árum skuldi fullveldið stovnast. Tá gjørdist løgmaður so óður, at Høgni Hoydal fekk greitt at vita, at makkaði hann ikki rætt nú, so varð Tjóðveldisflokkurin varpaður út.
Avleiðingina síggja vit nú: Fólkatryggin hjá Fólkaflokkinum verður veruleiki. Og skattalættin hjá Fólkaflokkinum verður nú til tað, at tey flestu skulu gjalda meiri í skatti!