Oddagrein· Ein gleðistíð

Hetta er einki minni enn ein gleðistíð fyri tey flestu av okkum. Summarið er komið, tó at vit mugu sláa okkum til tols við eisini at liva við regni og mjørka. Men eftir drúgvan vetur við kulda og kava skifta vit bráddliga ham. Og orsøkirnar til tess eru so nógvar.

Ljósið og hitin eru líkasum tey, ið rudda slóð. Í kjalarvørrinum á teimum síggja vit fyrstu fremmandafólkini í gøtunum. Fyrstu risastóru ferðamannaskipini við Molan í Havn eru eisini eitt hitt fyrsta summartekinið. Men eisini smáu og snøggu seglbátarnir í Vágsbotni bera boð um, at summarið er komið. Teir seta sín serstaka altjóða dám á tað annars so livandi og hugnaliga umhvørvið í hjartanum á Føroyum.

Men tær fyrstu pisurnar, teir hundraðtals føroyingarnir, sum eftir drúgva útbúgving loksins frá prógv, bera eisini boð um, at summarið er komið. Vøkru húgvurnar, sum symbolisera lærdóm, lív og gleði, síggjast kring alt landið og eru tær kanska tað summartekinið, ið vit øll fegnast mest um. At okkara ungdómur útbúgvir seg til sína egnu framtíð men eisini til framtíðina hjá hesi lítlu tjóð úti í Atlantshavi.

Vit ynskja øllum teimum, sum hava lokið prógv við mongu skúlarnar kring landið, hjartaliga tillukku og góða eydnu víðari. Vit ynskja eisini mongu summargestunum vælkomnum og vit ynskja føroyingum, sum fara at ferðast heima sum burturi hetta summarið góða feriu.

Sosialurin