Kol hevur verið høgt í Prestfjalli í øldir og í Rangabotni í hvussu so er ein stóran part av 1900 talinum, serstakliga frá trýatiárunum til fimtiárini. Týdningurin av hesari vinnu hevur verið svingandi, men í nevnda tíðarskeiði, serstakliga stríðsárini 1940-45, hevði kolavinnan sera stóran búskaparligan og sosialan týdning. Her vóru til tíðir heilt nógv arbeiðspláss, og landsbúskaparligi týdningurin kundi ikki yvirmetast. Hartil vórðu føroysku heimini hitað við suðuroyarkoli.
Fleiri ferðir upp gjøgnum 20. øld vóru framskygdir menn frammi við djørvum og visionerum ætlanum. Tey eldru minnast royndir hjá vinnulívsmonnum t.d. Richard Thomsen og Gudmund Mortensen, fakfelagsfólki og politikkarum ikki minst P.M. Dam og frá okkara døgum Tormóði Dahl at gera kolavinnuna til eina stórvinnu og til eina av fleiri hornasteinum undir føroyskari orkuframleiðslu. Tann sera bíliga oljan úr Miðeystri koppaði øllum hesum dreymum og visiónum.
Men nú eru oljuprísirnir so høgir, at myndugleikar um allan heim leita eftir alternativum orkukeldum. Vatn, vindur, aldumegi og jarðarhiti - you name it! Kolið er jú eitt hitt mest upplagda alternativið, men hetta evnið hevur tann vansa, at tað ávirkar lofthavið eins nógv, ja, kanska meira enn oljan. Tey, sum seta sítt álit á kol, vilja tó vera við, at tað ber til at skapa framleiðslutilgongdir, ið minka skaðiliga árinið frá kolaorku niður í lítið og einki, og ivaleyst er nakað um hetta. Sama ger. Myndugleikarnir eiga alla tíðina at hava eyguni eftir hesum øki og hava øll hugsandi alternativ í huga. Víst hava vit nógv vatn, nógvan vind og sterkar aldur. Men vit hava altso eisini kolið, sum hevur víst seg vælegnað til upphiting av húsum. Tað er tí upplagt, at landsins myndugleikar seta eina kanning í verk av møguleikunum fyri at nýta føroyskt kol til orkuframleiðslu.
Sosialurin