ODDAGREIN: Ein áhugaverdur møguleiki

Tað var ein sera áhugaverdur møguleiki, sum varð lýstur her í blaðnum í gjár, hvussu ávísir bólkar – t. d. kvinnur kunnu stilla upp á serligum listum innanfloks.

Sjálvandi kunnu vit kjakast um, hvørt tað er rætt, at ávísir bólkar fáa serviðgerð, men tað skerst ikki burt, at vit nú í áratíggju hava kjakast um, hvussu vit fáa fleiri kvinnur valdar á ting – uttan úrslit, tí tær gerast alsamt færri.

 

Ført verður fram, at kvinnur hava sama møguleika at stilla upp og at velja kvinnur, sum menn. Men tað er bara ikki gott nokk, tí vit vita øll, hvussu politikkur er, og hvussu tað verður arbeitt í øllum flokkum. Ávísir persónar gera alt fyri at varðveita valdið, og hetta sæst eisini aftur í uppstillingum, har persónar verða settir upp ímóti hvørjum øðrum.

 

Hvorom alting er, so hevði tað verið áhugavert at sæð, hvussu úrslitið hevði verið, um serligir kvinnulistar vórðu gjørdir í teimum valdømum, har til ber hjá einum flokki at fáa fleiri enn eitt umboð valt. Tað hevði so verið í Suðurstreymoy, har fleiri flokkar hava tvey og trý umboð, í Eysturoy, har Sambandsflokkurin hevur tvey umboð, í Norðoyggjum, har Fólkaflokkurin hevur tvey umboð og í Suðuroy, har Javnaðarflokkurin hevur tvey og onkuntíð trý umboð.

 

Dentur skal sjálvandi leggjast á, at hetta er IKKI ein broyting í vallógini, men ein møguleiki sum altíð hevur verið – men sum eingin hevur givið sær far um fyrr enn nú. Um hetta verður høvið at fáa fleiri kvinnur valdar á ting, so eigur møguleikin at verða royndur.

 

Er tað neyðugt at gera Føroyar til eitt valdømi fyri at býta ávirkanina rættvísari millum økini í landinum, so er tað enn meiri neyðugt, at tiltøk verða sett í verk til tess at fáa fleiri kvinnur á ting, tí eyðsæð er, at tað hevði verið betri, rættvísari og so sjálvsagt, at áleið eins nógvar kvinnur sum menn sótu á tingi – hóast onkrir menn verða noyddi at ofra sæti...