ODDAGREIN: Ein ólukkulig støða

ALLUR heimurin bíðar í spenningi eftir, at okkurt skal spyrjast burtur úr samráðingunum í Egyptalandi um ólukkuligu støðuna í Ísrael.

Ein ólukkulig støða er tað, tí hon tykist so fastløst og ómøgulig at koma burtur úr við góðum. Hon fær okkum at hugsa um ?norðurírskar tilstandir?, har ein atsókn ella gerð førir við sær eina aðra. Tað er sum skrúvan uttan enda: ein óendalig røð av atsóknum og hevndaratsóknum móti hvørjum øðrum, ísraelar móti palestinum og øvugt, har eygað fyri eygað terminologiin ræður.


TAÐ er neyðugt at fara aftur í søguna til tess at skilja hetta málið - til uppruna Ísraels og til krav/rætt palestinaranna til sítt egna land. Friðartilgongdin í Miðeystri hevur gingið væl og hevur tað við samráðingum og dialogi eydnast at fáa partarnar at binda frið. Men nú palestinar loksins vildu seta dagin fyri stovnsetan av einum palestinskum stati kom kuril í. Palestinar øðrumegin halda, at teir nú hava bíðað leingi nokk og hava teir eisini sett krøv fram um, at Jerusalem verður teirra høvuðsstaður. Ísraelar hinumegin vilja uppá ongan hátt lata Jerusalem frá sær, og teir nokta at samráðast, soleingi palestinar brúka harðskap. Men um somu tíð sum tosað verður um ein ein palestinskan stat og um framtíðina hjá Jerusalem halda ísraelar fram við at byggja nýggjar bústaðir í økjum, sum palestinar siga seg eiga. Hetta skapar sjálvandi frustratiónir og endar tað í eljustríði, har børn og ung tveita grót eftir væl vápnaðum ísraelskum løgreglumonnum og hermonnum, sum skjóta aftur við vandamiklum gummikúlum.


UPPREISTURIN, sum palestinar, hava sett í gongd, verður av ísraelum uppfataður sum veruligt kríggj. Palestinar hinumegin kenna seg provokeraðar til at vísa á sína ónøgd, og tað at meira enn 100 palestinar eru deyðir ger støðuna nærum óloysiliga. Tað syrgiliga er, at hesin uppreistur hevur givið høgrakrefturnum vind í seglini, soleiðis, at stjórnin við tí meira moderata arbeiðaraflokkinum nú kennir seg noydda til at taka víðgongdar jødar sum Sharon, slaktaran frá Chatilla-flóttaleguni í Libanon á sinni, við í stjórnina. Sohvørt royndir verða gjørdar at fáa partarnar aftur til samráðingarborðið, royna teir viðgongdu á tí palestinsku síðuni at gera alt fyri at seta kílar í. Og soleiðis heldur hetta ólukkuliga stríð fram.


TAÐ er ikki lætt hjá okkum her heima at taka støðu í hesum málinum, nú teir víðgongdu hjá báðum síðum eru um at stjala myndina. Tá er jú øll vón úti fyri eini loysn. Tí - hvat man enn heldur um ísraelar og palestinar og søk teirra, so er bert ein gongd leið burtur úr hesum trupulleikum, og hon er hóvligi samráðingarvegurin. At brúka harðskap og seta ultimativ krøv førir ikki til nakað. Tí hava vit brúk fyri hóvligum leiðarum á báðum síðum. Vit hava eisini brúk fyri einum amerikonskum forseta, sum framhaldandi roynir friðarleiðina, og har roynir at skilja báðar partar. Tíanverri kann núverandi støðan gera, at vit fáa ein víðgongdan amerikanskan forseta væl stuðlaðan av jødalobbiuni. Er tað nakað, sum heimurin ikki hevur brúk fyri, so er tað ein republikanskur forseti í USA, sum einvíst leggur seg á kósina hjá teimum viðgongdu jødunum. Heimurin hevur brúk fyri einum amerikonskum forseta, sum heldur høvdið kalt í slíkum máli. Tí skal tað vera vón okkara, at Al Gore verður eftirmaður Clintons og førir víðari hóvligu kósina.


MÁLIÐ er kanska nógv meira vandamikið enn flestu okkara hugsa. Tí tað er so eldfimt. Hóast palestinar eingi vápn hava, so hava teir ein muslimskan heim, sum stuðlar søk teirra. Hetta er at meta sum ein nógv sterkari vápn enn tann vælútgørdi ísraelski herurin. Vil heil illa til, so kann hetta stríð elva til eitt heimsumfatandi stríð millum muslimar og so onnur, har tað serliga verða bretar og amerikanarar, sum koma at kenna sviðan, men eisini allur Vesturheimurin, um arabar fara at brúka oljuna sum vápn. Tað er tí øll orsøk til at vísa hóvsemi og framhalda dialogin.