Oddagrein· Eitt sera gott tiltak

Um vikuskifti var Sundalagstevna í Kollafirði. Millum tey mongu tiltøkini var opið hús á Búnaðadeplinum, har familjur við børnum kundu síggja alskyns dýr.

Tiltakið var sera væleyndað og heilt nógv fólk nýttu høvið at vitja Búnaðardeplini. Her kundu børn sleppa ein túr á rossabaki, her sást, hvussu ein høsnarungu kemur úr egginum, her var alt slag av flogfenaði við ungum. Her vóru neyt og ross, seyður og hundar, kaninir, gomul føroysk neyt og gomul føroysk ross.

Tað verður gjørt alt ov lítið fyri, at børn í býnum skulu kenna til tað veruliga lívið. Børn í Havn veksa upp uttan at hava sæð øll tey dýr, ið áður vóru heilt vanlig í Føroyum. Tað er sunt fyri børn at vera nær við dýr og hartil børn hava mikið frægd av at vera saman við dýrum. Tað er tí alla æru ert, at kollfirðingar skipa fyri dýradegi á búnaðardeplinum. Undirtøkan var ómetaliga stór og bilrøðinar vóru langar. Vónandi skulu vit ikki bíða eitt heilt ár, til høvið hjá eitt nú Havnarbørnum aftur verður at síggja øll hesi dýrini.

Ein annar spurningur er, um ikki ein kommuna sum Havnar kommuna, ið er sera vælrikin og fíggjarliga sera sterk, átti at havt eitt ella annað tiboð, har tað var møguligt hjá smábørnum saman við pedagogum ella foreldrum at verið saman við dýrum. Hetta vildi havt sera stóran mentalhygieinskan týdning. Tað nýtist ikki at vera ein altjóá zoologiskur garður, men heldur eitt stað, har børn undir tryggum umstøðum kundu sloppið at spælt við dýr og samstundis kundu lært nakað um náttúrna.
Sosialurin