Oddagrein· Eitt stórt mál

Privatiseringin ella einskiljingin av almennum fyritøkum er av álvara komin á politisku og vinnuliugu dagskránna. Leingi hevur verið bíðað, men nú tykist tað, sum um vit nærkast tí løtu, tá ein avgerð má verða tikin um lagnuna hjá almennu fyritøkunum. Almennu fyritøkurnar eru ikki vorðnar almennar sum úrslit av einum tilætlaðum planbúskaparligum politikki. Heldur er tað so, at hesar fyritøkur eru vorðnar ogn hins almenna av neyð - sum ein fylgja av búskaparkreppuni, sum rakti landið í 1992.

Hetta vil í roynd og veru siga, at fyritøkurnar vórðu tjóðnýttar, nationaliseraðar, tí tað privata ikki megnaði at halda tær gangandi. Hitt almenna var uppií so mongum við veðhaldum og tí var tað natúrligt, at hitt almenna tók um endan. Danska stjórnin, sum í stóran mun átti kreppuloysnirnar, vildi hava almennar medspælarar í Føroyum. Hartil kom, at á privata økinum var at kalla eingin váðafúsur kapitalur eftir at dúva uppá. Her var bert hitt almenna. Søgan endurtók seg, og loysnirnar vóru ikki so ólíkar kreppuloysnum frá t.d. sekstiárunum tá Kjølbro fór undir Føroyagrunnin. Henda fyritøka hevur blómað síðan hitt almenna tók yvir.

Tað hevur alla tíðina ligið í kortunum, at tær fyritøkur, ið sum úrslit av kreppuloysnunum gjørdust almenn ogn, skuldu einskiljast, tá tíð og høvi beyðst. Hetta er meira ein politiskt grundað støða enn ein støða, ið byggir á royndir við privatum vinnuvirksemi. Sum kunnugt stóðu almennu fyritøkurnar seg væl undir kreppuni, meðan tær privatu fóru á heysin. Tískil eru ikki endiliga so nógvar búskaparligar og vinnuligar grundir, ið tala fyri einskiljing. Grundirnar eru reint politiskar, og eru partur av stjórnargrundarlagnum hjá sitandi samgongu. Tað er púra legalt og einki løgið er í hesum. Tískil er heldur eingin vegur uttanum einskiljingar. Alt ov lítið orðaskifti hevur verið um hetta sera stóra mál. Tað tænir tí Føroya Banka til æru, at bankin hevur skipað fyri ráðstevnu um evnið. Vit eru vorðin ikki so lítið klókari av hesum.

Tað er sera umráðandi at farið verður fram við skynsemi og størsta varsemi í hesum máli. Líkasum ein ikki eigur at tjóðnýta ella nationalisera bara fyri at nationalisera, so er tað sama galdandi fyri einskiljingina. Endamálið við einskiljing av almennum ognum og fyritøkum má vera, at hesar fyritøkur skulu kunna gerast betri, sterkari, og veita betri tænastur til borgarar og vinnulív. Endamálið má vera, at hesar fyritøkur gerast tryggari reint vinnuliga, soleiðis at virksemi og arbeiðspláss verða verandi í landinum. Í hesum høpi eigur at verða havt í huga, at tær best riknu almennu fyritøkurnar ivaleyst fara á útlendskar hendur. Alt hetta krevur, at vit hugsa okkum sera væl um, at alt verður sera væl fyrireikað og at alt gongur rætt og reiðiliga fyri seg, soleiðis at eingin aftaná kann koma og siga, at her vóru ikki allir áhugaðir partar javnt settir og allar búskaparligar og politiskar avleiðingar kannaðar. Tað slepst ikki undan einskiljingum av almennum fyritøkum, men Landsstýrið má ansa væl eftir og fara fram við størsta varsemi, tí her er talan um handfaring av virðum, sum eru ognir hjá øllum Føroya fólki.
Sosialurin