Oddagrein: Føroyar í altjóða samfelagnum

Tað er eitt frískt lot í føroyskum politikki, tá samgongan byrjar at uppføra seg sum ein ábyrgdarfullur leikari á altjóða pallinum. Tað, at man nú aktivt roynir at fáa dupultskattasáttmálar við onnur lond er eitt stórt stig framá. Tað er gott, at vit nú hava fingið áræði og sjálvsálit, ið røkkur útum tað at seta sjálvfylgiligar spurningar niðri á Christiansborg.

Tað er eisini eitt stig framá, at Føroya Landstýri svarar fyrispurningum um eitt nú NATO mál. So kunnu vit kjakast um, hvør vítt eitt aðalorðaskifti átti at verið frammanundan.

Ein seriøsur altjóða samstarvspartur letur ikki verða við at svara fyrispuringum í áravís. Her eiga Føroya Løgting og Føroya Landsstýri at minnast til, at umheimurin sær ikki hesa samgonguna ella hasa samgonguna. Teir samskifta við Føroyar, og tí hevur eitt og hvørt landsstýri, um tað vil tað ella ei, eina áyrgd av, at umboða Føroyar á ein hátt, ið ikki útflytir klandur ella sparkar aftureftir eftir undanfarnum samgongum. Um man vil, at Føroyar skulu verða sæddar sum ein óseriøsur samstarvspartur, so er bara at lata vera við at svara fyrispurningum í áravís, ella hava eina Uttanlandsnevnd, ið ferð aftanaá ferð kemur við fleiri ymiskum niðurstøðum í sama máli.

Løgtingið eigur at kjakast um okkara støðu í heimssamfelagnum, soleiðis, at Føroyar eru førar fyri at svara beinanvegin, um fyrispurningar koma uttaneftir, tað verði seg um handil, mentan, hernaðarmál ella nakað heilt annað.

Her er týdningarmikið, at man ikki brúkar ár uppá at analysera tingini í hel og liggur sjóvarfallið av sær. Tað er ein andsøgn, at tey, ið tosa mest um, hvussu stórur heimurin er uttanfyri Danmark, eru tey somu, ið hava hug at brúka danskar doktrinir at grunda sína heimsáskoðan á. Eisini er tendensurin at kopiera ting úr Danmark størri nú enn nakrantíð. Hyggið tildømis eftir starvsetanartreytunum hjá tí almenna. Har er alt, ið favoriserar danskar útbúgvingar, hóast einki er, sum bendir á, at danskar gradir eru so nógv betur enn aðrar gradir, hóast tað kann verða eitt ár á muni í normeraðari tíð.

Hetta skal ikki skijlast, sum vit einki skulu taka úr Danmark. Sjálvandi skulu vit tað, men vit skulu duga at sálda tað ringa frá tí góða. Tað ger man ikki við, at undirbrotligheitin, har vit støðugt vilja hava danir at definera okkum føroyingar, ræður. Hendan gongd seinastu árini, har man hevur spurt Fólkatingið, um vit eru tjóð ella ikki, hevur bara givið eina mynd av undirbrotligum føroyingum, sum ivast í sínum plássi í heiminum.

Vit skulu halda høvdið høgt og verða bevíst um okkara pláss í heimssamfelagnum. Sjálvandi eru vit tjóð. Sjálvandi kunnu vit samhandla við hvønn vit vilja og hava dupultskattasáttmálar við hvønn vit vilja.

Um okkurt danskt ráð nevnir Føroyar sum bopælsamt, so eiga vit ikki at spæla fornermað og spyrja nakran um nakað sum helst. Vit eiga at halda høvdið høgt og senda eina rættleiðing, ið sigur, at her er helst talan um eina misskiljing ella forgloymilsi. Tann, ið spyr, ivast.

Sosialurin