ODDAGREIN: Føroysk luttøka frá byrjan

UM ein mánað skulu oljufeløgini, sum hava fingið boriloyvi á landgrunninum, greiða okkara myndugleikum frá, hvussu tey ætla at fyriskipa sítt arbeiði og her m.a., hvussu tey vilja brúka føroyskar vørur og tænastur. Tað kann tí ikki sigast annað enn, at ráðstevnan, sum verður fyriskipað í Norðurlandahúsinum um tvær vikur, kemur í tøkum tíma. Evnið er nettup spurningurin, hvussu feløgini, sum hava fingið leitiloyvi, ætla at fyrihalda sær til føroysku luttøkuna í nýggju vinnuni. Hvat eru orð, hvat er veruleiki!

 


TAÐ er eingin, sum sigur, at hetta er nøkur løtt uppgáva,. hvørki hjá oljufeløgunum, føroyskum vinnulívi ella hjá myndugleikunum. Her er jú talan um nakað spildurnýtt og nakað, sum vit kanska ikki altíð eru so von við, nevniliga bráddliga at skula kunna vera kappingarfør við ein longu væletableraðan tænastuídnað innan frálandavinnu í umheiminum.


TAÐ er greitt, at her er bæði talan um førleika og um vilja. Tað er komið at standa í lóggávuni, at tað, sum hevur við hesa nýggju vinnuna at gera, skal um føroyska bryggjukant og um føroyskan flogvøll, og at útlendsku feløgini eisini eiga at brúka føroyskar vørur og tænastur - í tann mun hesar eru kappingarførar.


KOMANDI tíðin er rættiliga avgerandi fyri, hvussu fer at verða farið fram í framtíðini. Tað er nú, at skjøtil verður settur á - at lunnar verða lagdir undir komandi tilgongdina. Áhugavert verður tí eisini at frætta, hvat oljuoperatørarnir hava hugsað sær í sambandi við føroyska luttøku í komandi arbeiðinum. Og eisini í hvønn mun vit sjálvi eru før fyri at veita eina munadygga, dygdargóða og kappingarføra tænastu. Og her hava okkara myndugleikar sjálvandi ein týðandi leiklut sum bindilið og samskiftislið millum okkara egna og tað útlendska.


TAÐ er vert at geva øllum spurningum gætur, sum kunnu loysa upp fyri føroyskari luttøku í oljutilgongdini longu frá byrjan. Tað ljóðar, at operatørarnir longu hava gjørt sáttmálar við føroyskar fyritøkur um arbeiði. Í hesum sambandi kundi verið spurt, um hetta eru arbeiði, sum eru boðin út. Vit hava í hvussu er ikki sæð nakrar lýsingar í bløðunum, har nøkur arbeiði eru boðin út. Er tað ikki nettupp politikkurin hjá okkara myndugleikum, at arbeiði í sambandi við komandi oljuvinnu skulu bjóðast út?


HÓAST tað er avmarkað, hvussu stóran part av arbeiðinum í sambandi við komandi leiting føroyskar fyritøkur kunnu átaka sær at gera, so eigur útlendski oljuídnaðurin, sum nú kemur inn í føroyskan sjógv, at gera sær púra greitt, at tað er eitt krav úr Føroyum, at føroyskt vinnulív fær somu sømdir og umstøður at medvirka í arbeiðinum sum útlendskar fyritøkur. Tí mugu vit eisini vóna, at operatørarnir gera sær og sínum undirentreprenørum hetta púra greitt. Vónandi seta somu operatørar ikki óneyðuga strong krøv til luttøku í arbeiðunum, soleiðis at føroysku fyritøkurnar ikki kunnu vera við. Vit mugu bara vóna, at vinnulívið og myndugleikarnir fylgja so mikið væl við, at tey tryggja sær, at føroyska samfelagið ikki verður við skerdan lut í sjálvari uppbyggingini av hesi nýggju vinnu. Herí áliggur stór ábyrgd á ikki minst Oljumálastýrinum og fakfeløgunum í landinum. Verður talan um eina týðandi framtíðar vinnu her á landi, so er tað so sjálvsagt, at fólkið her býr skal verða vil at at byggja hana upp og ikki bara vera áskoðarar. Men tá krevur tað so sanniliga eisini av okkum, at vit seta orku av til at menna okkara egnu førleikar.