ODDAGREIN: føroyskt-vesturlenskt stavrað

At summir tingmenn nú halda, at Før­oya Løgting skal gera av lagnuna hjá teim­um fimm forfjónaðu stavum í før­oyska stavraðnum er gott dømi um, hvussu avsporað føroyska mál­kjak­ið er.

Lærd og leik eru í opnum stríði – sum hesaferð birtist av, at løgtingsins vilji í 2009 var, at teir forfjónaðu stav­ir­nir úr latínska alfabetinum – sum eisini eru í danska abc'num – skulu vera parutr av føroyska stav­rað­num.Men tað vil Málráðið ikki. Har fall dóm­­urin í fjør.

Tú freistast at halda, at tað liggur eitt poli­tiskt motiv aftanfyri. Tí summi okkara eru so bangin fyri tí danska. Óttin er mangan so stórur, at fólk halda, at um okkurt orð líkist donsk­um, so er tað ikki føroyskt. Onnur halda tað eisini vera pol­it­iskt mot­i­ver­að hjá øðrum, at vit skulu hava c, q, w, x og y inn í før­oyska stavraðið. Málráðið sigur seg eis­ini góðtaka, at vit nýta hesar stav­ir, teir skulu bara ikki inn í stav­rað­ið.

Men øll okkara málkønu eru tó ikki á einum máli. Ein minniluti í mál­ráð­num heldur uppá, at vit eiga at varð­­veita for­fjón­að­u stav­ir­nar í stav­raðnum. Og tá tey siga »varð­veita«, so er tað tí, at teir longu eru har sam­bært Før­oysku orð­a­bók­i­ni, sum eis­ini verð­ur nevnd »Móð­ur­máls­orð­a­bók­in«.
Tey sum eru ímóti for­fjón­aðu stav­­­unum siga mangan um hini, at tey vilja hava »danska abc'ið við før­oysk­um ískoyti«.
Hoyrist einum nationalistiskur und­ir­tóni her? Er tað veruliga tað »danska abc'ið«, sum hesi fólkini vilja hava? Um so var, so høvdu tey helst eis­ini vilja hava serdanska stavin »å«, men tað hev­ur eing­in nevnt. Men hesin stav­ur verð­ur ong­an­tíð nýttur í før­oysk­um – uttan so, at vit skriva donsk sernøvn.

Jeffrei Henriksen, sum alt sítt lív hev­ur fing­ist við und­ir­vís­ing í før­oysk­um – og sum altíð hevur verið tjóð­skap­ar­mað­ur um ein háls, er sann­førd­ur um, at vit eiga at hýsa lat­ínsku stav­u­num í okkara før­oyska stav­rað. Hann nevndi stavraðið eitt »før­oyskt-vesturlendskt stavrað«.

Hann lærdi børnini tað uttanat við at syngja tað við lagnum til »Vilt tú, vilt tú«. Roynið sjálvi:

A Á B C D Ð E F G H I Í J K L M N
O Ó P Q R S T U Ú V W X Y Ý Z Æ Ø

Hann helt enntá, at danska »å« og ís­lendska »Þ« kundu setast aftast eft­ir tørvi.

Tað er óheppið at gera slíkt mál­kjak til løgtingslóg. Tí áttu Henrik Old og hinir anti-pur­ist­ar­nir í Løg­ting­i­num at bloytt uppskotið til eina sam­tykt, sum heitti á Málráðið um at við­gera stavraðið av nýggjum – og um at lata snúsfornuftið ráða.