HM-kappingin í Japan og Korea er einki undantak í so máta. Her hava fleiri av heimsins bestu fótbóltstjóðum kappast um at koma víðari til finaluna. Undan hesi kappingini hava kvalifikatiónsdystir skilt tey bestu liðini frá. Nógvar frægar fótbóltstjóðir sum Holland, Tjekkia, Skotland, Finland og Norra eru als ikki við í endaspælinum. Og her kunnu vit so eisini nevna Føroyar, sum enn ongantíð hava rokkið so langt sum at koma við í eitt endaspæl hvørki í EM ella HM. Hvat framtíðin fer at bjóða er so nakað vit hava til góða.
Kappingin er komin í helvt, og longu nú eru fleiri av heimsins frægastu fótbóltstjóðum soldaðar frá, eitt nú Frakland, Argentina og Rusland. Aðrar tjóðir, sum hava víst sera gott spæl, men sum ikki rukku longur, eru Svøríki, Danmark, Kroatia, Belgia, Írland og Portugal.
Eftir í kappingini eru tó framvegis týðandi fótbóltstjóðir, eitt nú Ongland, Brasilia, Italia, Týskaland og Spania. Helst verður tað eitt av hesum londunum, sum verður heimsmeistari. Men eisini onnur lond, sum ikki hava gjørt so nógv um seg í altjóða fótbólti fyrr, eru komin víðari, eitt nú Senegal og Turkaland. Hesi londini kunnu, sum tey longu hava víst, skaka tær stóru fótbóltstjóðirnar. Eingin fer at gloyma eyðmýkjandi ósigurin hjá fronsku HM-meistarunum, tá teir taptu 1-0 móti Senegal. Tað var eisini Senegal, sum knústi HM-vónina hjá tí sterka svenska landsliðnum.
Fyri mangar tjóðir um okkara leiðir er fótbólturin tjóðarítrótt. Fyri føroyingar er tað tí hugskoytt, at norrønu brøður okkara sviar og danir eru úti av kappingini. Men vit hava so eisini eina grannatjóð, har fótbólturin er eitt og alt, og tað er Ongland. Mangir føroyingar, sum vanliga fylgja Owen og Beckham í ensku kappingini, seta sítt álit til, at bretar loksins vinna HM-heitið. Men tað eru eisini mong fótbóltsáhugað, sum fegin síggja tað livandi, individuella og vakra brasilianska fótbóltsspælið í vinnarasessinum. Fyri hesi er dysturin fríggjadagin millum Ongland og Brasilia ein lagnudagur. Annað av londunum skal tungu leiðina heimaftur. Men vit fara helst at fáa ein perlu av einum fótbóltsdysti, tá Beckmann og Ronaldu fara á vøllin saman.
Tað er neyvan ov nógv sagt, at fótbóltur og her serstakliga tá hann kemur uppá eitt slíkt høgt støði sum til heimsmeistarakapping, er eitt tað tiltakið, sum kann savna flestu menniskju her heima um sjónvarpstólini. HM-fótbóltur er sum ein rúsur fyri mong, men fyri tey flestu, koma eisini timburmenninir, tá eins egna favorittlið tapir og er ?out?. Hóast hetta fyri mong av okkum kenst sum eitt persónligt tap, so vil fótbóltur á so høgum støði, líka mikið hvat fótbóltstjóðin eitur og hvønn vit halda við, vera eitt njótilsi fyri eygað. Eitt ótrúligt og fasinerandi spæl, har eingin skal kenna seg tryggan, og har stórar fótbóltstjóðir kunnu verða koppaðar av smærri tjóðum. Sum tá Senegal tók fronsku tjóðina á bóli.
Sosialurin.