ODDAGREIN: Flokshopparar og floksagi

At hoppa flokk úr flokki er vorðið eitt al­samt van­lig­ari fyr­i­brigdi, ikki bara í Føroyum, men eisini í øðrum lond­um.
Víst vóru tað fólk, sum skiftu flokk í goml­um døg­um.

Men hyggja vit í løgtingssøguna, so var tað púra ó­van­ligt, at fólk fóru úr ein­um flokki í ann­an ein­ans av per­són­lig­um ávum.

Av fyrstan tíð – tá vit fingu floks­býti á tingi á vali­num í 1906, høvdu vit Sjálv­stýr­isflokk­in og Sam­bands­flokk­in í at velja. So kom Javn­að­ar­flokk­urin.

Við Javnaðarflokkinum í 1928 kom ein onn­ur dim­en­si­ón upp í pol­i­tikk­in, sprott­in úr sos­i­al­demo­krat­isku hug­sjón­ini, sum hevði fing­ið fast­a­tøk­ur í Danmark og ørðum londum.
Í 1936 kom so mótspælið, tá Vinn­u­flokk­ur­in varð stovn­að­ur.

Menn­i­nir hand­an flokkin kast­aðu sam­an við monn­um úr Sjálv­stýr­is­flokk­i­num og stovn­aðu Fólk­a­flokk­in í 1940. Nú høvdu vit bæði sam­band­/­s­jálv­stýri og vinstra/­høgra dim­en­si­ón í før­oysk­um pol­i­tikki.

Søguna um fólkaatkvøðuna, har fleiri at­kvøddu fyri loys­ing enn sam­bandi, sum end­aði við heim­a­stýr­is­lóg­ini, kenna vit. Ein bein­leið­is av­leið­ing av hes­um varð stovn­an­in av Tjóð­veld­is­flokk­i­num í 1948.

Sum vera man hava fólk skift mill­um flokk­ar í hes­um døg­um. Men eft­ir 1948 eru bara hiss­ini broyt­ing­ar farn­ar fram í so máta. Kjart­an Mohr kom við Fram­burðs­flokk­i­num í 1954, sum um­veg­is yms­ar roynd­ir end­aði við Mið­flokk­i­num hjá Jensi av Rana.

Tað sum eyðkendi føroyskan pol­i­tikk hesi ár­ini – vit kunnu siga eft­ir at Tjóð­veld­is­flokk­ur­in varð stovn­að­ur, var at menn – tað vóru altíð menn – hildu seg til flokkarnar og til ta stevnu, sum flokkurin hevði. Hetta var gald­andi í øllum flokkum, um enn í summ­um meira enn í øðr­um.

Men tá vit koma upp í nítiárini, tá fer pol­i­tikk­urin at snúgva seg al­samt meira um per­són­ar. Fólk vilja helst sjálvi sleppa fram­at – fel­ags­skap­ur­in hev­ur minni týdn­ing, og áv­ís­ir per­són­ar í flokk­um per­són­i­fi­s­era flokk­in við seg sjálv­an. Tað held­ur jú bara til eitt vist.

Allir flokkar, sum eru umboðaðir á tingi í dag hava floks­hopp­ar­ar. Tað er tí re­g­ul­in held­ur enn und­an­tak­ið. Men skulu vit varð­veita flokk­ar – og skulu vit nærk­ast blokk­pol­i­tikki, har velj­ar­in framm­an und­an val­i­num veit, hvat hann vel­ur, so krevst, at flokk­ar­nir sýna meira dirvi, seta ein­støku per­són­u­num krøv. Tað er í lagi, at fólk skifta hug­sjón. Men skulu vit fram­hald­andi taka flokk­ar­nar fyri fult, so er krav­ið so ein­falt sum tað, at flokk­ar­nir seta valdu um­boð­u­num krøv. Tað skap­ar virð­ing.