ODDAGREIN: Gev okkum dur heldur enn mol

Dómurin er fallin – málráðið hevur tal­að. Hóast løgtingsins vilji í 2009 var, at x, y, z, w og q skuldu vera part­ur av føroyska stavraðnum, so varð hetta kortini kolldømt av mál­nevnd­ini í síðstu viku.

At stríðast um smálutir duga før­oy­ing­a­r væl – og skriftmálið hevur mang­an verið kastibløka.
Vit eiga koritni at vera fegin um, at vit hava havt so nógv fólk – og fram­veg­is hava – sum hava gjørt eitt stórt ar­beiði fyri at verja og menna mál okk­ara. At vit eru ó­samd er ikki ein ó­dygd í sjálv­um sær. Tí hevði eing­in slóð­að fyri, so hevði móð­ur­mál­ið hjá okk­um langt síð­ani ver­ið far­ið fyri bakka. At mál­ið er varð­veitt, og skrift­mál­ið end­ur­skapt, er eitt bragd, sum slóð­ar­ar hava stað­ið fyri, og sum vit eiga at vera stolt av sum fólk og tjóð og takksom fyri.
Men stríðið um stavraðið kann tykj­ast eitt sind­ur neyð­ars­ligt. Ilt er at síggja hald­góð­ar grund­gev­ing­ar fyri ikki at hava »fremm­andu stav­ir­nar«, sum kort­ini ikki eru okk­um so fremm­and­ir, við í stav­rað­num. Tí hó­ast teir ikki verða nýttir í før­oyska skrift­mál­i­num, so verða teir nýtt­ir nógv í Føroyum.
Er tað eitt politiskt stríð hjá á­vís­um bólk­um at halda teir úti, tí teir eis­ini eru danskir, so vísir tað meira á fá­fongd enn vit og skil.
Vit hava sjálvsagt brúk fyri at duga stav­rað­ið, eisini við hesum fimm ó­ynsktu stavunum, um vit skulu nýta orð­a­bók, leitorðalista í yrk­is­bók, navnalista í telefonbók og so fram­veigs. Tá er eisini neyðugt at duga stav­rað­ið uttanat, eitt stavrað, sum kann nýtast til allar í okkara sam­felag van­lig­ar orðalistar, eisini t. d. enska orðabók.
Tí man tað vera longst sum best, at vit hava eitt føroyskt-vest­ur­lendskt stav­rað.
Ein kendur føroysktlærari í Havn, bæði á Venj­ing­ar­skúl­a­num og á Lær­ar­a­skúl­a­num var Jeffrei Hen­rik­sen. Hann plagdi at siga, at vit skulu nýta før­oyskt-vest­ur­lendskt stav­rað, sum er tað før­oyska saman við x, y, z, w og q. Hann lærdi børnini tað uttanat við at syngja tað við lagnum til »Vilt tú, vilt tú«:
A Á B C D Ð E F G H I Í J K L M N
O Ó P Q R S T U Ú V W X Y Ý Z Æ Ø

Hann helt eisini, at danska »å« og ís­lendska »Þ« kundu setast aftast eft­ir tørvi.
Kanska málnevndarlimirnir áttu at lurt­að eft­ir goml­um og roynd­um lær­ar­um, sum Jeffr­ei Hen­rik­sen. Tí við ella uttan vilja mál­nevnd­ar­inn­ar: Hes­ir fimm stav­ir­nir hvørva ikki úr før­oysk­um ger­and­is­máli kort­ini.