ODDAGREIN: Greiðið frá nýggju kósini

Stjóraskiftið í Atlantsflog mundi koma rættiliga óvart á tey flestu. Sjálv­ur sigur stjórin, hann hevði í­mynd­að sær, at hesin dagur ein­a­ferð kundi koma, tá tú hevur sitið so leingi í einum slíkum leiðarastarvi.

Atlantsflog er ikki hissini felag. Hetta er portrið hjá okkum út í heim – portr­ið, sum hevur so stóran týdn­ing fyri samfelagið alt. Bæði tá tos­að verð­ur um fólkaflyting og fólk­a­vøkst­­ur­­in, so hevur Atlantsflog ein grund­leggj­andi týdning.

Orsøkin sigst vera, at »stra­te­gi­in skal broyt­ast«. Sagt verður eisini, at einki er galið við frákoyrda stjór­a­num, sum nevnd­ar­for­mað­ur­in bein­leið­is hev­ur takkað alment.

Men hvør er hendan kósin, sum skal rætt­ast inn? Hvat er tað, sum fyrr­ver­andi stjór­in ikki hev­ur megn­að at fáa upp á pláss, sum ein nýggj­ur stjóri – sum er funnin í eini hand­a­vend – skal megna?

Tað kunnu sjálvsagt verða við­ur­skifti, sum krevja broytingar og við­ur­skifti, sum ikki tola dagsins ljós. Men stra­te­gi­in hjá okkara tjóð­ar­flog­fel­ag átti ikki at verið duld ella loyn­i­lig. Hana áttu vit øll at kent.

Tað er eisini sera ørkymlandi, at lands­­stýr­­i­s­­mað­ur­in sig­ur seg einki vita um hetta. Tað er einki dulsmál, at Jo­han Dahl, lands­stýr­is­mað­ur­, mang­an hev­ur ver­ið krit­isk­ur yv­ir fyri leiðsl­uni í At­­lants­flog. Hann hevur eisini hótt við at tjóðartaka priv­ata part­a­pen­ing­in í felagnum. Sum størsti partaeigari hevði tað onk­u­staðni ver­ið á­byrgd­a­­r­leyst, um hann sat uttan ávirkan í einum slík­um máli!

Tveir føroyingar, ein svii og ein dani sita í nevndini í Atlantsflog – eins og tvey umboð fyri starvs­fólk­ið.

Ein avgerð um at koyra stjóran verð­ur valla tik­in utt­an samtykki frá høv­­­uðs­­part­­­a­eig­­ar­­­a­num, alias Jo­han Dahl. Um tal­an er um krav­boð úr Ting­a­­nesi, ella ikki, kem­ur neyv­an fyri ein dag. Er tað so, at strat­e­gi­in fyri fel­ag­i­ð skal broyt­ast so grund­leggj­andi, so hend­ir tað valla held­ur, utt­a­n at høv­uðs­parta­eig­ar­in hev­ur ein fing­ur við í spæl­i­num.


Hóast vit spyrja, so fáa vit einki svar. Men stað­fest­ast kann, at At­lants­flog og nýggja kósin hjá felag­num hevur stóran týdning fyri okk­um øll. Tí tjóð­ar­flog­fel­ag okk­ara er høvuðs­dyrnar út í heim – tí hava allar avgerðir um Atlantsflog so stóran týding fyri allar føroyingar og fyri framtíðina hjá Føroyum.