Eitt er, at onkur speirekur lærd fólk við slíkum í skemti, men at hetta er boðskapurin frá Føroya Løgmanni, vekir sjálvandi stóra undran. Tí tá løgmaður sigur slíkt, er tað annaðhvørt niðurgerandi – ella sera avdúkandi:
Tí hevur løgmaður rætt, so eru vísindafakfólk á mongum heimsins hagstovum, stats- og kommunalum stovum og hjá nationalum og multinationalum risafyritøkum og ráðgevarafeløgum milt sagt ikki rættiliga klók. Tí slík fólk brúka øll fólkaframskrivingar sum eitt av teirra allar týdningarmestu politikkfyrireikandi og planleggingaramboðum. Hetta er tað, tey gera hjá eitt nú Eurostat og United Nation Population Division.
Á heimasíðuni hjá Eurostat ber til at síggja talvu yvir fólkaprognosur fyri øll tey 27 ES londini frá 2012 til 2060. Eisini ber til at fáa hetta brotið niður á aldursbólkar og kyn.
Tað er ikki til stuttleikar, at ES soleiðis roynir at finna út av, at fólkatalið í til dømis Danmark fer at vaksa frá at vera 5.629.468 í 2012 til at blíva 6.079.838 í 2060, at fólkatalið í Týsklandi, sum nú er 80 mió bara verður 66 í 2060, og at fólkatalið í Spania veksur úr 46 mió til 52 mió sama tíðarskeið.
At slíkar framrokningar verða gjørdar, er sjálvandi fyri at tað skal bera til at leggja til rættis politikkin. Løgmaður kundi sjálvur brúkt hetta eitt nú tá hann skal finna út av, hvussu nógv fólk verða at gjalda pensjónirnar í 2050, ella um vit í heila tikið hava ráð til nakra fólkapensjón ella um grundarlagið er tikið undan pensjónum við at straksskatta tær.
ST brúkar eisini slíkar framrokningar fyri allar heimspartar og øll heimsins lond í síni planlegging.
Eins og okkara egna hagstova, so kunnu vit fara inn á heimasíðurnar hjá øllum heimsins hagstovum og finna framskrivingar, sum røkka minst 50 ár fram í tíðina.
Og fyri at tosa um nakað, sum løgmaður hevur skil fyri, so verður nøkulunda sami framferðarháttur brúktur til stovnsmetingar, tá Havstovan kannar stovnarnar. Tá er tað ikki fyri at vita, hvussu fiskastovnarnir hava tað í dag – men tað er júst fyri at fáa eina hóming av, hvussu teir fara at hava tað um nøkur ár. Hetta er eitt amboð at brúka í politiskari planlegging.
Var tað ikki júst Kaj Leo, sum segði, at at tað er betur at vita heldur enn gita? At gera framskrivingar er at gera prognosur undir vísindafakligum fortreytum sum grundarlag fyri ætlanum, heldur enn at sleikja fremstafingur og stinga hann upp í luftina.
Onkur átti at hjálpt løgmanni og vegleitt hann um, hvussu tú skrivar alment, sum til dømis á Facebook – tí ein løgmaður eigur ikki blotta seg sjálvan soleiðis.