GRUNDGEVINGIN hjá landsstýrismanninum er, at hesir ?almennu? tíðindastovnar skulu vera heilt leysir frá landsstýrismanninum í mentamálum og leysir frá almennu umsitingini. Tað skal eingin ivi sáast um, at útvarp og sjónvarp ikki kunna virka heilt frítt.
TAÐ kann ikki sigast annað, enn at hetta er skilagóð hugsan. ?Pressan? er ein av stólpunum í fólkaræðinum. Tað veri seg tann skrivaða pressan ella tann luftborna pressan. Uttan eina fría pressu er altíð vandi á ferð. Í øllum londum, har einaræðislyntir flokkar taka valdið, verður tann fría pressan steðgað.
VIT eru avgjørt ikki í eini slíkari støðu, men eftir at bygnaðurin varð broyttur og eftir at vit fingu eina nýggja kringvarpslóg, komu teir almennu fjølmiðlarnir at liggja beinleiðis undir landsstýrismanninum í mentamálum. Her skal ikki takast støða til, um tað hevur havt óhepnar avleiðingar ella ikki. Men vit kunnu spyrja, um útvarpið ella sjónvarpið høvdu viðgjørt nøkur
mál, sum t.d. Signar á Brúnni hevði ábyrgdina fyri, øðrvísi, enn teir gjørdu. T.d. málið um kirkjulógirnar ella málið um sjónvarpið sjálvt. Í øllum førum er tað óheppið, at almennir fjølmiðlar liggja beinleiðis undir einum ráðharra, sum jú er politikkari.
ÍSTAÐIN ætlar nýggi landsstýrismaðurin, at ein nevnd skal hava ábyrgdina, eins og í einum partafelag. Hetta er óivað ein gongd leið, men so er eisini neyðugt, at nevndin er fullkomiliga óheft. Hon má hava skil fyri fíggjarviðurskiftum og vera tilvitandi um tíðindaflutning og programmviðurskifti.
EISINI mugu almennu fjølmiðlarnir liggja uttan fyri alla fíggjarliga uppíblanding. Tað eigur bara at vera so, at landsstýrið og fíggjarnevnd verða kunnað og taka fíggjarætlan og ársroknskap til eftirtektar. Klára stovnarnir seg ikki fíggjarliga, stendur stjórin til svars. Men tá tað er sagt, eiga fíggjarviðurskiftini at fáast upp á pláss - t.d. við játtan á fíggjarlógini - so stovnarnir sleppa undan at brúka tíð og orku upp á spøl og spennandi vinningar. Eydnast landsstýrismanninum at fáa eina nýggja lóg og skapt eitt betri fíggjarligt grundarlag er nógv vunnið á fjølmiðlaøkinum.